Heim og skúli átalar støðuna í Vestmanna skúla

Í sambandi við leiðslutrupulleikarnar í Vestmanna skúla er felagið Heim og Skúli nú eisini komið upp á banan. Felagið vísir á, at tað eru næmingarnir sum líða, og at als eingin kunning er komin frá skúlanum ella aðalráðnum til foreldrini

Skrivið frá felagnum Heim og Skúli er soljóðandi:

 

Foreldur at næmingum í Vestmanna skúla hava undanfarna skúlaár verið varug við at skúlin ikki sendi út nógvar upplýsingar, og boð um broyttar skúladagar komu við rættiliga stuttari freist. Tey hava av síðulinjuni við stúran kunna fylt ófriðinum, sum er vaksin á skúlanum nógvu teir síðstu mánaðirnar.

Prutlandi ófriðurin brast í summarfrítíðini við eini klagu frá so at siga øllum lærarum á skúlanum um leiðslustílin hjá nýggja skúlastjóranum, eini áheitan frá skúlastjóranum um at siga varaskúlastjóran úr starvi, síðani eina sjúkramelding av skúlastjóranum og eina skúlabyrjan uttan skema.

Stutt sagt stendur Vestmanna Skúli uttan planlegging og leiðslu, sum letur næmingarnar eftir í einum undirvísingarligum vacuum. Fyrstu offur í hesum ótryggleika eru næmingarnar, og foreldur kunnu sjálvandi ikki góðtaka støðuna.

Felags fyri gondina er, at foreldur ikki hava fingið nakrar upplýsingar frá skúlanum ella UMMR, men hava verið noydd at fylgt gongdini og boðunum í miðlunum – nakað, sum viðførir enn meira órógv og ótryggleika. Heimasíðan hjá skúlanum er inaktiv.

Hetta vantandi samskifti millum skúla/aðalráð og heim er undir allan kritikk. Tað hevur ført til, at foreldur at næmingum í Vestmanna Skúla í fjáltri hava verið noydd at fylgt hvørjum tíðindameldri, og sæð skúlan verða umrøddan í øllum landinum uttan at hava meiri bakgrundsvitan enn almenningurin.

Yvir 130 foreldur at næmingum í Vestmanna Skúla hava sum reaktión upp á ófriðin skrivað eitt opið brøv til UMMR við eini stuðlsyvirlýsing til lærararnar í Vestmanna Skúla og eini áheitan til eina varandi loysn á leiðslutrupulleikanum í Vestmanna Skúla.

 

Foreldrafelagið Heim & Skúli stuðlar hervið áheitanini frá foreldrunum, eins og vit vilja heita á UMMR og skúlaleiðsluna í Vestmanna skúla til framyvir at upplýsa foreldrini um arbeiðið á skúlanum, so álitið millum partarnar kann endurbyggjast.

Hetta kann til dømis gerast við at halda eitt foreldraforum, har savnast kunnu input og ein nágreinilig ætlan leggjast fyri framtíðina, og við at hava virkið samskifti við foreldrini um gongdina á skúlanum.

 

Janus Vang, formand

Foreldrafelagið Heim & Skúli