Heim við fullum frystilastum

- Hetta er onnur royndin í grønlendskum sjógvi í summar, og henda seinna royndin eydnaðist, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari.

Uppsjóvarskipini, Norðborg og Christian í Grótinum, hava verið í Grønlandi og fiskað makrel. Tað er reiðaríið í Klaksvík, sum í hesum førinum hevur avtalu við grønlendska felagið, Royal Greenland.

 

Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sigur, at Norðborg og Christian í Grótinum hava partrolað, og tey hava fingið upp í frystilastirnar, umframt 300-400 tons av feskum makreli heim við.

 

Hetta er onnur royndin hjá skipunum í grønlendskum sjógvi í summar, og henda seinna royndin eydnaðist. Reiðarin vísir á, at hin fyrra royndin miseydnaðist, tí skipini høvdu langar tíðir við ongum fiski.

 

- Á hesum seinna túrinum eydnaðist tað so, og skipini høvdu góðan fiskiskap í nakrar dagar. Makrelurin er stórur, men hann er eisini bleytur.

 

Tá In.fo skifti orð við reiðaran í vikuni, var eitt sindur ivasamt, hvussu feski fiskurin, sum verður landaður til Pelagos í Fuglafirði, fer at roynast.

 

- Tað er langur vegur at sigla heim úr Grønlandi við feskum, og tá fiskurin haraftrat er bleytur, kann tað vera trupult at siga frammanundan, hvussu fer at roynast. 

 

Kristian Martin Rasmussen sigur, at Norðborg hevur avhøvdaðan makrel, mjøl og lýsi, og Christian í Grótinum hevur avhøvdaðan makrel og avskurð. Haraftrat eru tey 300-400 tonsini av feskum umborð á Norðborg.

 

Reiðaríið hjá Norðborg og Christiani í Grótinum kann eftir avtaluni við Royal Greenland fiska 1500 tons av makreli aftrat í grønlendskum sjógvi, men tað er ivasamt, um skipini fara yvir aftur í hesum umfari.

 

- Vanliga verður makrelur fiskaður í grønlendskum sjógvi á summri og soleiðis, sum tað hevur verið seinnu árini, kann væntast, at makrelurin í Grønlandi nú fer at verða liðugur.

 

Kristian Martin Rasmussen væntar, at skipini fara at fiska makrel í føroyskum sjógvi, tá tey loysa aftur um eina góða viku ella so.

 

- Onkur roynd er gjørd í føroyskum sjógvi, og her er makrelur at fáa nú, leggur hann aftrat.

 

Skipari á Norðborg hendan túrin er Hans Klakkstein, sum plagar at loysa Jón Rasmussen av – og skipari á Christiani í Grótinum er beiggi Kristian Martin Rasmussen, Páll Rasmussen.