So nú byrjaði tað aftur, orðaskiftið um hvat heimastýrislógin er. Eitt orðaskifti, sum fór fram fyrst í 50 árunum, og sum eingin rættuliga tímdi at fáast við meira, tí tað var øllum greitt at líka mikið, hvat løgfrøðin sigur ella ikki, so er heimastýrislógin úrslit av einari politiskari semju ímillum Danmark og Føroyar.
Teir politisku flokkarnir hava allir góðkent skipanina. Fólkaflokkurin longu í 1950, tá hann fór í landsstýrið og Tjóðveldisflokkurin tá hann seinni fór upp í landsstýrið.
Viðvíkjandi tí, sum nú er komið upp, at Føroyar eru ikki annað enn eitt amt, er tað at siga, at einki danskt amtsráð hevur heimild at samtykkja lógir um ognartøkur ella lógir, sum áleggja borgarunum revsiábyrgd. Um hetta kann stutt sagt sigast, at tá stríð verður ímillum teori og veruleika, so er tað bara synd í teoretikaranum.
Tað var nú ikki júst hetta sum fekk meg at skriva, men hetta:
Ein fólkaflokkstingmaður er nú farin at fáast við statsrættarteoriir tó ikki meira enn so, hann skal hava donsku stjórnina at siga honum hvat er rætt og skeivt. Hann skal hava danir at siga, hvussu teir skilja heimastýrislógina.
Tað er sum um lúsin má vera útlendsk. Fólkafloksmaðurin kundi gjørt sær tann ómak at hugt í stýrisskipanarálitið síða 65 og fylgjandi. Hann hevði tá fingið eitt greitt svar uppá, hvat heimastýrislógin er. Nevniliga at hon er tvær lógir, ein donsk, samtykt av danska ríkisdegnum, staðfest av kongi og kunngjørd í Danmark, men ikki kunngjørd í Føroyum og tí heldur ikki galdandi her, og ein føroysk, samtykt av Løgtinginum, staðfest av amtmanni og kunngjørd í Føroyum og tí galdandi her. Hann hevði tá eisini sæð, at tann danska lógin er ein staðfesting av tí, sum løgtingið frammanundan hevur samtykt. Hann hevði tá eisini sæð at tað er bert føroyska lóggávuvaldið sum kann broyta lógina, sum er galdandi í Føroyum.
Hetta er tað, sum vit eiga at halda okkum til, og eg kann ikki við mínum besta vilja skilja hvat tað er, sum hesin fólkafloksmaðurin vil við sínum spurningi til donsku stjórnina annað enn at gera vart við seg sjálvan.
Og tá hann so fær tað svar, at Danir ikki halda, at teir einvíst kunnu broyta heimastýrislógina, men at stjórnin vil rætta seg eftir, hvat løgtingið samtykkir, so er hann ikki nøgdur. Hvat vil hann. Skal hann trútta donsku stjórnina til at siga, at danskt lóggávuvald einsamalt kann broyta hesa avtalu?
Nei, spurningin um ríkisrættarstøðu okkara og møguligar broytingar eiga Føroyingar sjálvir at viðgera. Tað sær tíverri út til, at danska stjórnin skilir hetta betur enn Føroyingar.