Heimavøllurin nyttar einki

Fyrimunurin av at hava heimavøll er minkaður seinastu nógvu árini

Tøl úr Premier League vísa, at ikki longur er so stórur fyrimunur at hava heimavølli. Higartil eru 30 dystir spældir í nýggja kappingarárinum. Av teimum eru bara seks sigrar á heimavølli. Tað er tað lægsta talið í søguni hjá Premier League, eftir trý umfør. Næst minsta talið var í fjør, tá talan var um níggju sigarar eftir trý umfør.

 

Útrokningar hjá Sky Sports vísa, at sannlíkindini fyri at heimaliðið vinnur, í fýra teimum bestu deildunum í Onglandi, minkar fyri hvørt ár. Í 1895 vann heimliðið 65 prosent av dystunum, meðan heimaliðini í 2012/2013 vann 42 prosent av dystinum.

 

Tølini vísa eisini, at rákið hevur verið tað sama síðani Premier League byrjaði í 1992. Í farna umfari var tað bara Crystal Palace, sum vann á heimavølli.

 

Her kann leggjast afturat, at fyrstu trý umførini í Effo-deildini í ár, vóru bara fýra heimasigrar.

 

Heimasigrar eftir 3. umfør í Premier League:

2015/16: 6

2014/15: 9

1998/99: 10

2011/12: 10

1997/98: 11

1996/97: 12

2001/02: 12

2002/03: 12