Íslandska fótbóltssambandið boðar í dag frá, at Heimir Hallgrímsson takkar fyri seg sum landsliðsvenjara. 51 ára gamli tannlæknin hevur verið partur av venjaratoyminum hjá Íslandi seinastu sjey árini.
Heimir Hallgrímsson bleiv í 2011 settur sum hjálparvenjari hjá svenska Lars Lagerbäck. Saman skrivaðu teir íslandska fótbóltssøgu, tá teir megnaðu at vinna seg til EM-endaspælið í Fraklandi í 2016.
Eftir EM-endaspælið takkaði Lars Lagerbäck fyri seg, meðan Heimir Hallgrímsson tók við sum høvðusvenjari. Tað gekk ikki minni væl, tí Ísland megnaði enn eina ferð at skriva fótbóltssøgu. Hesa ferð sum minsta landið, við sínum 350 túsund íbúgvum, sum hevur vunnið seg til eitt HM-endaspæl.
Í sínum dagliga yrki er Heimir Hallgrímsson tannlækni. Ísland megnaði ikki at vinna seg víðari úr bólkaspælinum til HM-endaspælið, men eftir stendur ein flottur javnleikur móti Lionel Messi og Argentina.