Í kvøld klokkan 19 verður EM-undankappingarlandsdystur millum Føroyar og Serbia í kvinnulandsliðshondbólti í høllini á Hálsi. Upprunaliga skuldu Andrea Lekic vera við, men hon er ikki við á ferðini.
Les eisini: Heimsins besti hondbóltsspælari til Føroya
Í 2013 bleiv serbiski spælskiparin, Andrea Lekic, kosin til heimsins besta hondbóltsspælara. Hon er ikki við í hópinum til dystin móti Føroyum. Fyri tveimum vikum síðani tapti hon og liðið hjá henni, makedoniska HC Vardar, Champions League finaluna. Mett verður, at hon møguligt ikki er komin heilt fyri seg eftir tapið.
-Eg hevði glett meg at sleppa at spæla móti henni, tí haldi eg tað er keðiligt at hon ikki er við, sigur føroyski strikuspælarin, Bjarta Johansen, sum tó fær úr at gera á strikuni.
Í fyrra dystinum var stóri strikuspælarin, Dragana Cvijic, sum eisini spælir í HV Vardar, ikki við. Hon er við á ferðini til Føroya. Hon er 188 sentimetrar til hæddar og vigar yvir hundrað kilo.
-Vit skulu ansa eftir henni, tí hon er bæði stór og sterk. Tað verður ringt at dekka hana, men eg eri kanska eitt sindur skjótari. So eg má bara royna at koma framum og fáa steðga innspælingini, sigur føroyski strikuspælarin.
Í látri fortelur Bjarta um ein støðu í fyrra dystinum, har serbisku spælararnir bara spældu upp um hana. Og undrast á hvat hon skal gera í eini líknandi støðu.
-Tí mugu vit verja longur frammi á vøllinum. Trupulleikin við at verja longur frammi er, at tað krevur nógva orku. Nú hava vit fleiri spælarar at velja í millum, so vit kunnu skifta út. Eisini hava vit betri hædd í verjustøðu, sum ger at vit í løtum kunnu dekka 6-0, sigur Bjarta Johansen.
Rás2 sigur frá dystinum.