Heimsins besti

Hóast hann ikki hevði tann stóra tørvin at staðfesta seg hesaferð, so gav Zinedine Zidane í løtum boð um, hví hann verður mettur sum besti spælarin seinastu 10-15 árini

Zidane

Frá teiri løtu, at liðini komu á vøllin til upphitingina, var stemningurin millum áskoðararnar í toppi. Hvørja ferð Zidane bara spældi sær við bóltinum ella vandi okkurt skotið, rungaðu lógvabrestirnir hvøllir, og tá farast skuldi undir dystin, kom enn meira ljóð á.
»Zidane» rungaði tað frá samfullum 45.000 áskoðarunum, tá stadion-varpartin las nøvnini upp í eyðkenda stílinum, har fornavnið fyrst varð lisið, áðrenn áskoðararnir svaraðu við eftirnavninum.
Og á vøllinum snúi tað mesta seg eisini um stóra bóltsnillingin, sum hóast algiersku røtur sínar er størsta tjóðarhetjan, sum Frakland hevur átt innan fótbóltin. Ein ylur fór gjøgnum fjøldina, hvørja ferð hann nart bóltin, og tað gekk heldur ikki leingi, áðrenn hann gav valuta fyri peningin. Hóast Fróði Benjaminsen mest sum alt fyri eitt jarðlegði Zizou, tóktist hetta á ongan hátt at nerva spæl hansara. Heldur havði tað við sær, at hann bara syrgdi fyri at sleppa heilt undan fríspørkum við kvikum fintum og sendingum, soleiðis at føroysku mótstøðumenninir sjáldan komu so nær, at teir yvir høvur kundu gera fríspark.
Eyðkendu finturnar, har hann traðkar á bóltin í vendingini, ella har steppað verður um bóltin vóru á skránni, eins og hann í onkrum førum hevði bæði hæl og tá við í spælinum. Tað er bara eitt orð, sum veruliga er nøktandi, um metast skal um avrikið. Heimsflokkur.
Tíverri fingu áskoðararnir ikki høvi at uppliva hann longur enn í knappan tíma á hesum sinni. Tá hevði hann júst fingið eina heldur harðliga tackling frá Inga Højsted, og hóast talan als ikki var um skaða, so mundi avgerðin vera, at beinini skuldu sparast. Fyri framman stendur Írland, og tá verður helst talan um øðrvísi og størri uppgávu hjá Zidane & co. Írland við Roy Keane, sum eisini telist millum teir stóru seinastu 15 árini, stendur tá fyri framman, og so kann væl verða, at tørvurin á Zizou er enn størri, enn hann var tað leygardagin.