Tað er framleiðarin James L. Nederlander, ið hevur ogna sær rættindini til sangleikin ?Thriller? hjá Michael Jackson
- Eg elski tankan um at gera ?Thriller? til ein sangleik. Genta hittir drong, tey verða góð, tó drongurin hevur eitt heldur stórt loyndarmál, og hvat hendur so, sigur Nederlander i einum tíðindaskrivi.
Jackson ein fingur við í leikinum
Tíðindaskrivið sigur einki um hvør skal skriva leikin, ella hvørjir sangir verða í leikinum.
Hóast Michael Jackson ikki skal verða á pallinum, er tað ætlanin at hann skal hava ein stóran leiklut í framleiðsluni av sangleikinum.
Hetta er ikki fyrsti sangleikurin undir heitinum ?Thriller?. Ein sangleikur verður framførdur í London við sama heitið, men hendan leikin hevur Michael Jackson ikki góðkent, og hann hevur einki samskifti við teir bretar, ið hava sangleikin undir hond.