Formel 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Eingin formel 1 koyring var á Spa-Francorchamps í 2003. Politikkurin í formel 1 snýr seg í alt størri mun um pening, og ES reglur í móti tubbakslýsingum fekk formel 1 stjóran Bernie Ecclestone, at skera talið á koyringum í Evropa. Hetta gekk í 2003 útyvir Spa. Avlýsingin skapti sera nógva ónøgd millum koyrarar, fjepparar og formel 1 lið, tí hetta er ivaleyst tann besta formel 1 breytin í heiminum.
Tí slapp Spa aftur á kalendaran í fjør. Kimi Räikkönen vann tá í regninum, Michael Schumacher gjørdist heimsmeistari á øðrum plássi, 3,1 sekund aftan á at Kimi var farin um málstrikuna. Men mest av øllum var tað hurlivasi og spenningur, sum eyðkendu koyringina. Seks ymiskir bilar vóru á odda, tríggjar ferðir var trygdarbilurin á breytini og einans tíggju bilar komu á mál. Longu tá fyrsta umfar var koyrt, vóru fýra bilar so illa skaddir, at teir noyddust at gevast, og seks aðrir vóru í pit og gjørdu umvælingar. Sum altíð var Spa-Francorchamps ein uppliving.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kanska fer at regna
Koyringin á Spa-Francorchamps er tiltikin regnkoyring, veðrið er sera óstøðugt í Belgia hesa ársins tíð, og hetta hevur ofta skapt spenning á breytini. Sambært almennu formel 1 síðuni www.f1.com, siga veðurmenninir, at tað eru sannlíkt, at tað fer at regna sunnudagin, og møguliga eisini leygardagin. Møguleikin fyri regni sunnudagin er 60%, meðan sannlíkindi eru 40% fyri regni leygardagin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Dekkini undir nógvum trýsti
Spa-Francorchamps er ein breyt, sum fer illa við dekkunum, nógv háferðsving eru og hetta slítur illa. Her kann Michelin fáa ein trupulleika, seinastu tvær koyringarnar, hava lið havt trupulleikar við Michelin dekkunum, fyrst Williams í Turkalandi og síðan McLaren-Mercedes í Italiu. Regn kann eisini spæla inn, og kann geva Bridgestone liðunum ein fyrimun. Hetta eru tó bert gitingar, tí enn hevur ikki regnað í hesum formel 1 árinum, og tí eru regndekkini ikki veruliga roynd enn.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Heimsmeistaraheitið kann verða avgjørt
Fær Fernando Alonso fýra stig fleiri enn Kimi Räikkönen hetta vikuskiftið, er ungi spaniumaðurin heimsmeistari í formel 1. Men bæði hjá Renault og McLaren-Mercedes nokta tey at tosa um, at heimsmeistaraheitið er avgjørt enn.
Eingin ivi er um, at Kimi Räikkönen og Juan Pablo Montoya í McLaren-Mercedes eru stórir favorittar at vinna hetta vikuskiftið. Teirra bilur tykist at vera tann besti í løtuni. Tó hevur liðið havt sera nógvar tøkniligar trupulleikar, og eru hesir einasta orsøk til, at Kimi Räikkönen ikki er á odda í kappingini um heimsmeistaraheitið, og hesir trupulleikar kunnu eisini gerast avgerandi hetta vikuskiftið.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Uppsetingin hevur alt at siga
Spa-Francorchamps er ein sera fjølbroytt og avbjóðandi breyt, hetta ger at tað er sera torført at seta bilin upp rætt, men verður hann settur rætt upp, hevur tú ein fantastiskan fyrimun framum bilar, ið ikki eru settir líka væl upp. Hetta kann í síðsta enda gerast avgerandi, og kann tí skapa onkrar óvæntaðar støður.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Pizzonia og Klien
Ivi hevur verið um, hvør fór at sita í tveimum av teimum tjúgu formel bilunum hetta vikuskiftið. Hjá Williams-BMW avloysti Antonio Pizzonia í Italia Nick Heidfeld, tá týskarin gjørdist so ringur av høvuðpínu, at til bar ikki at koyra. Pínan stavaði frá einum óhappið, sum Heidfeld hevði í royndarkoyringum í vikuni fyri. Heidfeld er ikki heilt til reiðar enn, og tí situr Pizzonia aftur í Williams-BMW bilinum. Tó er hetta ikki nakar trupulleiki. Pizzonia setti liðfelagan Mark Webber uppá pláss í koyringini í Italia, og endaði á einum sjeynda plássi.
Hjá Red Bull Racing hava Christian Klien og Vitantonia Liuzzi býtt koyringarnar millum sín. Á Spa-Francorchamps verður tað enn eina ferð Klien, íð skal koyra. Hetta verður tólvta koyringin hjá Klien í ár, meðan Liuzzi einans hevur koyrt fýra koyringar. Liðið skal seinni í ár avgera, hvør teirra skal koyra fyri liðið næsta ár saman við David Coulthard.
Tað kann tykjast løgið, at Klien fær so nógvar møguleikar í mun til Liuzzi, men hetta kemst ivaleyst av, at kappingin um stig er harðna. BAR-Honda liggja einans tvey stig aftan fyri Red Bull Racing í kappingini um framleiðarameistaraheitið. Støðan í hesi kapping merkir nógv fíggjarliga. Tí brúkar liðið tann roynda koyraran, ið gevur teimum stig, heldur enn óskrivaða blaðið Liuzzi, sum ikki hevur sannført í teimum fýra koyringunum, ið hann hevur koyrt.