Heimsins størsta skips vanlukka – nú á filmi

Meiri enn 10.000 týskarar høvdu leitað sær umborð á ”Wilhelm Gustloff” í einari roynd at flýggja undan Reyða herinum. Nógv tey flestu komu ikki vegin fram, men frystu í hel í tí ísakalda Eystrasalti. Nú verður sorgarleikurin lýstur á filmi

Filmurin, sum týska sjónvarps­støðin ZDF hevur gjørt, skal lýsa tað, sum veruliga hendi tann januardagin í 1945, tá ein tann størsta skipsvanlukkan í heims­søguni kostaði meiri enn 9.000 mannalív.

Filmurin er í tveimum pørtum og hevur fingið heitið ”Vónar­innar havn - seinasta ferðin hjá Wilhelm Gustloff”. Nakrir av teimum fremstu týsku films­leikarunum eru við, fleiri hundr­að fólk hava leiklutir sum tey flýggjandi, og ZDF hevur brúkt einar 80 mió. krónur til fram­leiðsluna.

Nú næstan 63 ár eftir van­lukk­una verður roynt at lýsa tað, sum hendi. Reyði herurin tók seg støðugt longri og longri vestur og trýsti týsku herdeildirnar undan sær . Týskararnir, sum búðu í Eystur-Proysen, óttaðust fyri hevndaratgerðum frá sov­jetska herinum, og í enda­leysum røðum flýddu fólk til gongu ella í rossavogni, meðan sovjetsku flogførini støðugt søktu at teim­um. Týskararnir høvdu frætt, at sovjetsku hermenninir vóru næst­an eirindaleysir, tí teir høvdu sett sær fyri at hevna týsku brots­gerð­irnar ímóti sivilfólkinum í Eystur­evropa.

10.500 fólk umborð

Týsku myndugleikarnir høvdu givið fleiri skipum boð um at flyta tey flýggjandi úr Eystur-Proysen vesturum. Millum hesi skipini var ferðamannaskipið ”Wilhelm Gustloff”, sum var uppkallað eftir einum nazisti, sum ein jødi myrdi í Sveis nøkur ár fyri heimsbardagan. Skipið varð smíðað í 1938. Manningin taldi 417 fólk, og pláss var fyri 1.463 ferðafólkum.

”Wilhelm Gustloff” var ikki smíðað sum vanligt ferða­manna­skip. Tað bleiv smíðað sum rund­ferðarskip hjá felagsskapi­num Kraft durch Freude. Hans­ara upp­gáva var at tryggja, at týskir arbeiðsmenn fingu nóg mikið av frítíð og hvíld, so teir kundu fyrireika seg til kríggið. Skipið bleiv eisini brúkt í tænastu hjá týska herinum og var millum annað sjúkraskip, tá týskurin hersetti Noreg.

Um kvøldið tann 30. januar í 1945 lá ”Wilhelm Gustloff” í havnini í Gotenhafen nærhendis Gdansk og tók ímóti týskarum, sum vóru flýddir undan reyða herinum, og sum skuldu vestur­um. Mannamúgvan, sum bíðaði eftir at sleppa burtur haðani, var stór, og helst sluppu 10.500 fólk umborð á ”Wilhelm Gustloff”. Av teimum vóru umleið 1.500 týskir hermenn. Hini vóru kvinn­ur, børn og nakrir eldri menn.

Í myrkrinum legði ”Wilhelm Gustloff” frá landi og setti kós vestureftir. Yvirmenninir vistu, at sovjetskir kavbátar lógu upp á lúr allastaðni, og tí hevði skipið eingi ljós. Men so fingu skiparar­nir at vita, at vandi var fyri saman­­stoyti við eitt annað týskt skip, og teir gjørdu tí av at tendra lanternurnar fyri at forða saman­stoyti.

Frystu í hel

Sovjetski kavbáturin ”S 13” hevði ligið upp á lúr og bíðað, og nú sá skiparin lanternurnar á einum stórum skipi. Klokkan var júst farin av níggju um kvøldið, tá skiparin gav monnunum boð um at senda tríggjar torpedir eftir tí stóra skipinum. Hann rakti, og ein tíma seinni hvarv ”Wilhelm Gustloff” í dýpið.

Fleiri túsund fólk vóru stongd inni niðri undir dekkinum og fóru til botns við skipinum. Fleiri av bjargingarbátunum stóðu eftir á havnarlagnum í Gotenhafen, og teir, sum vóru umborð, vóru fullir av ísi og kundu ikki brúk­ast. Onnur skip, sum vóru tætt hjá, royndu at bjarga so nógvum, sum til bar. Men tey flestu, sum vóru sloppin av tí søkkandi skip­inum, frystu í hel í tí ísa­kalda og myrka sjónum. Av teim­um um­­leið 10.500, sum vóru um­borð, vórðu 1.252 bjargað á lívi.

Umborð á ”S 13” hildu Aleksandr Marienko, skipari, og menn hansara, at teir høvdu søkt eitt skip, sum flutti týskar her­menn fyri týska herin. Tað var í hvussu er frágreiðingin hjá skip­ar­anum, og tað var eisini tann almenna sovjetska frágreiðingin aftan á heimsbardagan.

Óhugsandi fyrr

Filmurin hjá ZDF lýsir ein sorgarleik, sum bleiv tagdur burtur bæði eystanfyri og vestanfyri í mong ár eftir kríggið, og Klaus Bassiner, sum hevur leikstjórnað filmin, hevur kanska rætt, tá hann sigur, hví so var.

– Fyri bara tíggju árum síðani hevði tað verið óhugsandi at gjørt ein film, sum ikki bara lýsir týskararnar sum gerningsmenn, men eisini sum offur, sigur hann við blaðið Hamburger Abendblatt.

Tað var heimskendi týski rithøvundurin Günther Grass, sum varpaði ljós á sorgarleikin við bók síni ”In Krebsgang”, sum kom út í 2002. Bókin vakti stóran ans í Týsklandi, og í ZDF siga tey, at líka síðani hava tey arbeitt við ætlanini um filmin.

Filmurin um ”Wilhelm Gustloff” er bara ein í einari røð av filmum, sum lýsa Týskland undir seinna heimsbardaga og aftaná. Til fyri fáum árum síðani vístu at kalla allir filmar frá krígnum ræðuleikarnar hjá teimum vápnaðu týsku deildu­num, men í teirri nýggju røðini verður eisini hugt at líðingunum hjá týska fólkinum og tess vanlagnu. Søgan um ”Wilhelm Gustloff” er ein partur av hesari lýsingini.