Russland hevur flotað heimsins størsta ísbrótara.
Navnið á skipinum er "Ural", og nýggi ísbrótarin skal kunna sigla gjøgnum tríggjar metrar tjúkkan ís. Ísbrótarin skal verða við til at tryggja russum sína støðu í Arktis.
Ein rúgva av fólki var komin saman, tá skipið varð sjósett á skipasmiðjuni í St. Pætursborg leygardagin.
Nýggi ísbrótarin er 174 metrar langur, og hann verður rikin við kjarnorku.
Reuters veit at siga, at "Ural" verður hin fyrsti av trimum, sum fara at teljast millum heimsins máttmiklastu ísbrótarar. Hinir báðir, "Sibir" og "Arktis", verða lidnir næstu tvey árini.