Heimskendar stjørnur liva sum greivar í Føroyum

Í hesum døgum vitja kendir Nashville tónleikarar í Føroyum, og í morgin verður allarhelst ein tann størsta country konsertin nakrantíð í Føroyum hildin á Høllini á Hálsi. Víðagitnu heimsstjørnurnar hava verið á klettunum í nakrar dagar, og í gjárkvøldið var ein forsmakkur at fáa í Sjónleikarhúsinum í Havn.

 

Leygarkvøldið bjóðar uppá ein heilt serstaka uppliving, har heimskendar country tónleikarar trína á pall í Høllini á Hálsi.

 

Brian Sutton, Paul Leim, Paul Franklin, Brent Mason, John Hobbs, David Hungate og Edgar Struble hava allir spælt saman við heimskendum country stjørnum, og í morgin fara teir at framføra við 14 ymiskum føroyskum sangarum.

 

 

Hugtóku í Sjónleikarhúsinum

Í gjárkvøldið var ein forsmakkur at heinta í Sjónleikarhúsinum í Havn, tá ið hesir víðagitnu tónleikarar framførdu fyri fyrstu ferð í Føroyum

 

-Fólk vóru ógvuliga hugtikin av tiltakinum í Sjónleikarhúsinum, og tey, sum hoyrdi teirra framførslu vóru ikki í iva um, at hetta var ein tann besta konsertin í Føroyum nakrantíð, sigur Petur Háberg Jacobsen, fyrireikari.

Umframt at framføra svaraðu tónleikararnir eisini spurningum frá áskoðarunum, og føroyingar vóru ikki sørt hugtiknir av Nashville stjørnunum.

 

-Serstakliga føroyskir tónleikarar settu ymiskar spurningar, og áhugin var fyri at vita júst hvat krevst fyri at verða ein Nashville tónleikari, sigur Petur Háberg Jacobsen, fyrireikari.

 

Tiltakið í Sjónleikarhúsinum var bert ein lítil útgáva av tí, sum verður at hoyra leygarkvøldið, og higartil bendir alt á, at konsertin á Hálsi verður eitt veruligt brak.

 

 

Eru púra vekk í føroyingum

Seinastu dagarnir hava Nashville tónleikararnir vitjað ymisk støð í Føroyum. Millum annað hava teir vitjað í Kirkjubø, har eitt nú Eivør Pálsdóttir sang fyri teimum í sjálvum Kirkjubø Múrinum. Eisini hava teir vitjað í Nólsoy og í Vestmannabjørgunum.

 

-Hesir menninir hava verið í flestu av heimsins londum, men teir hava aldrin áður upplivað nakað sum Føroyar. Teir kenna seg væl ímillum tað føroyska fólkið, og hava avgjørt ætlanir um at koma aftur, sigur Petur Háberg Jacobsen, fyrireikari.

 

Tónleikararnir fara úr Føroyum sunnukvøldið, og hesin seinasti dagurin áðrenn konsertina verður nýttur til at venja og at fyrireika tað stóra brakið í annaðkvøld.