Heimsmet í manupulatión

Og hvat høvdu Andrass Samuel­sen, Kristian Djuur­hus, ella Petur Mohr Dam, allir fyrrverandi løgmenn, sagt til tað sum fer fram á Før­oya Løgtingi í hesum døg­um.
Vit hava ein ráðharra íð hev­ur arbeitt í tí dulda, í sam­band við størstu sam­ferðslu­ætlan her á landi nakrantíð.
At so sami ráðharri utt­an um Landsstyri, ber sítt dulda uppskot niðan í løg­tingi, utttan atLandsstyri yvur­høv­ur fær innlit í málið, er so langt úti, at orð er ikki fyri tí. Tá so tað lóggevandi ting­ið, sum skal taka støðu í nevnda málið, og sum hev­ur sett nevnda ráðharra í starv, heldur ikki fær innlit, so er politiski ruðuleikin full­komin.
Hugsi tykkum um ráð­harr­in fyri samferðslu í Fólka­tingi­num, hevði farið í duldar sam­ráð­ingar um Femern ætlan­ina, har brúgv nú skal ger­ð­ast millum Danmark og Týska­land. Fyri tað fyrsta, so hevði tað verið óhugsandi. Og um tað var hent, so hevði hann verið varpaður út úr Fólka­ting­inum, við einum misálitið. Spurn­ingurin er eisini, um tann stjórnin ikki eisini hevði fingið eitt misálit, so­leið­is at hon eisini hevði mist polit­iska valdið.
Eftir øllum at døma, so átti innlendismálaráðharrin fyri langt síðan, at fingi eina mis­álits­váttan. Fyrst dregur hann sítt egna innlendisráð uppá trá, við einum up­p­skoti sum eingin heimild var til. John Johannesen, tá­sit­andi landsstyrismaður, hevði jú tikið stig til ein aðra loysn, tí var huldu­upp­skotið sum sitandi inn­lendis­mála­ráð­harra arbeiddi við, ikki polit­iskt borðbært.
At hann so aftaná leggur upp­skotið aftur fyri løg­tingi, fyri at legalisera huld­u­upp­skot, tað sigur alt um tað tign í Føroya Løgting hevur vit í dag skriva 2013.
Vónandi eru løg­tings­limirnir Brandur Sandoy og Páll á Reynatúgvu so poli­t­iskt framskygdir, at teir ikki lata seg politiskt taka av fót­un, nú sitandi landsstyri í berum panikki, knappliga burt­ur úr ongum lovar teim­un ein Sandoyartunnil.
Meðan fíggjar­mála­ráð­harrin setti av 1 millión krónur, siger og skriv­er eina millión til P/F Sand­oy­ar­tunnil­in, so er Løgmaður í sonn­un gávuhýri nú hann knapp­liga finnur út av, at pri­va­ta loysnin hjá honum og Kára Højgård ikki hevur meiri­lutan aftan fyri seg í sam­gong­uni.
Hatta er jú nothing og kann als ikki góðtakast, bert at bjóða eina millión krón­ur, tá atkvøður skulu keyp­ast. Tískil hækkar Løg­mað­ur inngjaldið til Sand­oy­ar­tunnilin til 150 milliónir, væl at merkja um hann fær trygd fyri, at keyptu atkvøðurnar trygg­ja Kára P. Højgård og hon­um privata tunnilin. Her­við hækkar Løgmaður gjald Fíggjarmálaráðharrans fyri ar fáa ein meiriluta, frá einari millión til 150 milliónir, ella 15.000 %.
Hetta má sigast ar vera, tann kavrotnasti rossa­handil í politiskari søgu, og so á áljósum degi, dreg­ur sit­andi Løgmaður løg­manns­em­bætið niður á eitt støði, ið gott kann samanlíknast við tað sum Berlusconi nýliga er dømd­ur fyri.
Aftaná tað sum fram er farið, er tað óskiljandi, at Kári P. Højgård og stjórin í inn­lendis- og løgmálaráðnum ikki báðir eru loystir úr star­vi. At so samgongan fram­veg­is stuðlar Løgmanni, er fyri mongum eisini ein gáta.