Frakland, Rennes: Frá 2. til 6. desember er TRANSMUSICALES festivalurin á breddanum í Rennes í Fraklandi. Vanliga koma umleið 40.000 áhoyrarar at lurta eftir tí nýggjasta, rútmiski tónleikaheimurin hevur at bjóða. Størstan týdningin hevur tó stóra talið av umboðum úr tónleika- og miðlavinnuni, sum vanliga luttaka á festivalinum.
TRANSMUSICALES hevur sett føroyskan tónleik við ORKA og Budam í brennidepilin á festivalinum. Føroysku tónleikabólkarnir koma sum teir einastu, at spæla hvørt kvøld á festivalinum. Harumframt skal kendi franski tónleikarin, Yann Tiersen, sum hevur gjørt tónleikin til kendu filmarnar “Amelie” og “Goodbye Lennin” spæla saman við ORKA.
Talan er um stórhending í føroyskari tónleikasøgu.
Allar konsertirnar útseldar
Longu áðrenn fyrstu konsertina týskvøldið, vóru øll atgongumerkini útseld til konsertirnar. Tilsamans vera tað eini 1500 áhoyrarar, har av eini 300 fólk frá tónleika- og miðlavinnuni, ið fara, at hoyra ORKA og Budam. Talan verður ikki bert um fólk frá tónleika-og miðlavinnuni úr Fraklandi, men úr 14 ymiskum londum.
Tónleika- og miðlaheimurin
Áhugin fyri framførslunum hjá ORKA og Budam er sera stórur. Stórar miðlafyritøkur hava gjørt ella fara at gera sendingar og greinar um ORKA og Budam. Eitt nú kann nevnast, at stóra franska tíðindablaðið, Le Monde, hevur skrivað eina langa grein um ORKA. Dømi um miðlar annars eru The Guardian, Observer, AFP, France 3, Libération, L’Express, TF1 og Canal B.
Týðandi fyritøkur sum t.d. EMI, Rolling Stone Magazine og Glastonbury Festival hava tryggjað sær pláss til framførslurnar hjá ORKA og Budam.
Harumframt eru fýra sjónvarpsrásir, sum senda frá framførslunum hjá ORKA og Budam. Franska sjónvarpsrásin France 3 ger ein film um Yann Tiersen, har upptøkurnar frá konsertini hjá ORKA verða nýttar. Herlé Jouon, projektleiðari viðvíkjandi filminum, ummælti fyrstu framførsluna hjá ORKA sum eitt satt upplivilsið. Í samrøðu við Herlé Jounon lýsti hann søguna og tónleikin hjá ORKA sum nakað heilt serstakt. At uppliva framførsluna hjá ORKA var sum sita á rossabaki í fjøllinum, meðan vindur blæsur í andliti. Eitt serstakt upplivilsið.