Heimurin broytist – og vit mugu broyta okkum

Tey ríku londini hava trup­ult við at skapa bú­skap­ar­vøkstur, meðan onn­ur lond hava hægri bú­skap­arvøkstur enn vit hava sæð í okkara parti av heiminum í nýggj­ari tíð.

Bárður Nielsen
Tinglimur Sambandsfloksins

Búskaparvøksturin í okk­ara parti av heim­i­num hev­ur ver­ið driv­­in av ný­skap­an, menn­­ing og bí­lig­ari fram­­leiðslu í lág­løn­ar lond­um. Við at út­flyta framleiðsluna, hava vit skapt arbeiðspláss og har­við eftirspurning í hes­um londum, sum við hes­um hava fingið betri før­leikar og eitt hægri liv­i­støði. Fyrimunirnir vit áður hava havt av hes­um eru minkandi, ríki­døm­ið er útjavnað, og okk­ara búskapur er tí und­ir trýsti.
Komandi árini í Før­oy­um verða avbjóðandi, vit skulu tryggja væl­ferð­ina og neyðugt er at spara og gera broyt­ing­ar í yv­ir­ordn­aða bygn­að­i­num á komm­unu-, út­búgv­ing­ar-, røkt­ar- og sjúkra­hús­øki­num vm.
Fyri at rentu­út­reiðsl­ur­nar ikki skulu máa burtur av væl­ferðar­tæn­ast­u­num, skal hallið á fíggj­ar­lógini fáast burtur sum skjótast, og hetta krev­ur broy­t­ing­ar í al­menna bygn­að­i­num, so sum sam­an­legging av stovn­um, bein­raknar rað­festingar og í ringasta føri niðurleggja onkrar tæn­astur.
Vit skulu krevja okk­ara part av øllum til­feingi vit hava rætt til, bæði tá talan er um rá­vør­u­tilfeingið og okkara part av vælferðini í rík­is­fel­ags­skapinum. Um hetta eydn­ast, verður møgu­leiki fyri at koma skjót­ari burtur úr bú­skap­ar­kreppuni og tryggja vælferðina á ein­um nøktandi støði, so­leiðis at fólkið trívist og menn­ist í Føroyum.
Tað hevur víst seg at vera sera trupult, at fáa ný­hugsan inn í almennu fyri­sit­ing­ina, men tað er kanska ikki so undarligt, tá ið broyt­ingarnar raka nak­að ein sjálvur er part­ur av. Tí hevði verið rætt­ast at sett ein bólk av utt­an­velt­að­um at komið við upp­skot­um um, hvussu vit kunnu skipa okkara sam­felag betur, so vit fáa sum mest av vælferð til okk­a­ra borgarar.