Bókin »Heimurin í hagtølum og evnum«, sum Heðin Hammer og Zakaris Svabo Hansen hava týtt og tillagað til føroyskt, er komin út.
Bókin er ætlað til brúks á miðnáms og hægri skúlunum í Føroyum og hon viðger nógv evni, sum fyrr ikki eru viðgjørd »á føroyskum«.
Sum verða man gerst henda bókin bert ein partur í frálæruni í nevndu skúlunum, og tað er eisini tað, sum ætlanin við henni.
Hon er ætlað at birta upp undir viðgerð av mongum evnum í landalæru, lívfrøði, samfelagslæru og øðrum lærugreinum við.
Við tí uppbygningi, sum bókin hevur, so er einki at ivast í, at hon er vælegnað til júst tað endamálið sum høvundarnir hava við henni.
Bókin er uppbygt í høvuðsevnir og millum evnini, sum verða viðgjørd eru:
Jørðin, fólkið í heiminum, íbúgvafrøði og lívskor, uttanríkishandil og búskapur, fyri bara at nevna nøkur fá.
Bókin, er eins og heitið, býtt í partar, sum snúgva seg um evni og hagtøl.
Ein hópur av talvum er við í bókini, og talvurnar viðgera evnini, sum nevnd eru omanfyri.
Hagtølini eru sera víttfevnandi og útfrá tí ber eisini til at skipa arbeiði við bókini til at umfata eitt einstakt land, eitt ávíst øki ella einum ávísum evni.
Taltilfarið, sum er grundarlagið undir bókini er fingið til vega frá teimum einstøku londunum.
Hagtølini úr ídnaðarlondunum er ógvuliga nágreiniligt, men tað er størri óvissa um tølini úr menningarlondunum.
Øll tøl eru viðgjørd og samansett av serfrøðingum í ST, soleiðis at tey siga tað sama. Júst henda viðgerðin hevur tó við sær, at tað nýggjasta tilfarið, sum er í bókini er um trý ára gamalt.
Bókin er gjørd í Føroyum øll sum hon er. Umframt høvundarnar hevur Høgni Debes Joensen, landslækni eisini skrivað eitt brot í bókini. Ingi Joensen hevur gjørt kápumyndina og Einars Prent hevur prentað bókina, sum er 183 blaðsíður til støddar og kostar 180 krónur.