Leygardagin 6. mars hevði Føroya Ellisakfør aðalfund. Fyri vali stóðu tríggir nevndarlimir, Ingi Justinussen, sum hevur verið formaður seinastu tvey árini, Johan Beder, skrivari, og Hans Jørn Nielsen, kassameistari. Eisini bað Rúni Nielsen um at verða loystur frá sum nevndarlimur.
Ingi Justinussen og Johan Beder bóru seg undan afturvali.
Nevndin í Føroya Ellisakførum sær nú soleiðis út:
Heini á Borg, formaður
Petur Johannessen, næstformaður
Eirikur Lindenskov, skrivari
Hans Jørn Nielsen, kassameistari
John William Old, nevndarlimur
Eykalimir eru:
Magnus Gunnarsson
Helgi Magnusarson
Føroya Ellisakfør er felag fyri tey, ið hava alsk til gamlar bilar og motorsúkklur. Felagið varð stovnað í 1992, og hevur til endamáls at virka fyri áhugamálum hjá hesum málbólki.
Felagið hevur felagshøli yvir við Strond 22 í Havn, men leigar eisini gamla vatnbrunnin við Gráastein í Havn frá Tórshavnar Kommunu. Brunnurin er settur í stand soleiðis, at hann kann hýsa akførum undir tryggum ? og turrum ? umstøðum. Ætlanin við brunninum er at seta á stovn eitt tekniskt fornminnissavn.
Føroya Ellisakfør arbeiða eisini við at savna føroysku bilasøguna, sum byrjar í Havn tann 6. mai í 1922, tá fyrsti bilur kom til Føroya. Tað var tá Johannes Olsen og Júst Sivertsen keyptu ein Ford TT lastvogn frá Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen, sum høvdu smiðju í Quillingsgarði í Havn.
Felagið gevur eisini út blaðið Hjólið, ið kemur út fýra ferðir um árið.