Heini gav Stórmeistara skarpan gang ? men tapti

Tíverri dróg Heini styttra stráðið í ógvusligu tíðarneyðini.

 

Vit vóru vitni til eitt einastandandi spennandi talv, har litavski stórmeistarin, tíðliga í talvinum vann finnu á miðjum borði, men har Heini sýntist lata finnuna fara, fyri síðani at fáa hana aftur seinni. Og tað eydnaðist. Litavin og Heini høvdu uml. 2 minuttir í part at telva 5 leikir til tess at náa leik 40, sum gevur ein hálvan tíma í part eyka til restina av talvinum.

 

Heini valdi at fara eftir sigrinum, í kongaálop, men Litavin var leikin fremri og kundi Heini ikki verja fyri mótálopinum hjá Sulskis.

 

Spell !

 

Men samstundis prógvaði Heini, avgjørt, enn einaferð, at førleikin og evnini at telva ímóti teim allar sterkastu er til staðar.

 

Martin Poulsen tapti við hvíta fólkinum ímóti Daniel Semcesen úr Svøríki. Eisini Olaf Berg snávaði í talvinum ímóti polska stórmeistaranum GM Miroslaw Grabarczyk.

 

Úrslitini frá 6. umfari:

 

GM G. Jones ? IM T. Sammalvuo ½-½

Martin Poulsen ? FM D. Semcesen 0-1

FM Heini Olsen ? GM S. Sulskis 0-1

GM M. Grabarczyk ? Olaf Berg 1-0

GM R. Åkesson ? IM Esben Lund ½-½

 

7. umfar verður telvað kl. 14.00 hósdag seinnapart.

 

Olaf Berg telvar við hvíta fólkinum í móti svenska stórmeistaranum GM Ralf Åkesson, meðan Heini Olsen og Martin Poulsen báðir hava svarta fólkið ímóti ávikavíst svianum FM Daniel Semcesen og finnanum IM Tapani Sammalvuo.

 

Fylgið LIVE-dekninginum ? leik fyri leik - á: www.faroechess.com.