Heini í Skorini: It´s the Demography, Stupid!

It´s the Demography, Stupid!

Jørgen Niclasen hevur boðað frá, at “fráflytingin er steðgað”. Og løgmaður vil vera við, at trupulleikin er yvirdrivin og miðlaskaptur. Á hvørji planet búleikast hesir menn?

 

Heini í Skorini

“Fráflytingin er steðgað.” So greiður var sjefurin í Kvíggjartúni, tá fíggjarlógin varð løgd fram í farnu viku. Og samstundis hugleiddi løgmaður á sínum altíð so hendingarríka Facebook-profili um sama evnið: “At tosa um katastrofur og vanlukkur í hesum sambandi hevur einki við dagsins veruleika at gera.” Løgmaður helt, at fjølmiðlarnir gera alt ov nógv av, og hann fegnaðist um, at vit standa okkum betri enn Bornholm. Har er fólkaminkingin nógv størri enn heima í Føroyum.

 

Innanfyri nakrar fáar sólarringar fekk tjóðin altso at vita frá nummar eitt og nummar tvey í samgonguni, at fráflytingin er steðgað, og at hesin trupulleikin er púrasta yvirdrivin.

 

Fráflytingin stendur við

Hesin hugburðurin er bæði villleiðandi og vandamikil. Fyri tað fyrsta er fráflytingin framvegis so stór, at hon etur upp eitt tað hægsta burðaravlopið í Evropa á umleið 230 fólk. Heilt nágreiniliga var nettoflytingin í fjør minus 211 fólk, men av tí at føroyskar kvinnur áttu 233 børn í fjør, lupu 22 fólk av. Og tað skulu vit sjálvandi fegnast um. Men at billa sær sjálvum og øðrum inn, at fráflytingin er steðgað í einum ári, tá 211 fólk færri fluttu til landið enn av landinum, er beinleiðis ósatt.

 

Um Føroyar vóru eitt toluliga normalt land uttan eitt so ógvusligt, árligt exodus, tá unga ættarliðið kollektivt pakkar pjøkarnar, hevði burðaravlopið tryggjað ein natúrligan fólkavøkstur hvørt ár. Fyri tað næsta eru 12 mánaðir eitt alt ov skroypiligt grundarlag fyri at proklamera nakran nýggjan tendens, serliga í einum lítlum landi, tá lutfalsliga smáar broytingar skapa stór sveiggj í hagtølunum. Tí mugu vit í minsta lagi hyggja at einum longri áramáli, áðrenn ein nýggjur tendensur yvirhøvur kann staðfestast. Sjálvandi roynir Jørgen at vera bjartskygdur, men hetta evnið er alt ov álvarsamt til slíkt populistiskt møsn.

 

Tann stóra myndin er at kalla óbroytt. Síðani 2004 hevur fráflytingin verið so stór, at hon gloypir burðaravlopinum, inntil lítið og einki er eftir. Unga ættarliðið rýmir framvegis í syrgiliga stórum tali í august og september, og alt ov fá koma heimaftur. Samstundis er burðaravlopið fallandi, bæði tí at kvinnurnar fáa færri børn í Føroyum eins og í restini av heiminum, og tí at talið av kvinnum (og monnum) í burðarførum aldri er støðugt minkandi. Vit kunnu ikki blíva við at dúva uppá aktivitetin á føðideildini.

 

 

Pínumarkið

Og tað er hetta seinna – talið av fólkum í burðarførum og arbeiðsførum aldri – sum er tað avgerandi. Sum í grundini er nógv meiri avgerandi enn sjálvt fólkatalið. Og sum løgmaður ignorerar, tá hann skrivar á Facebook, at fólkaminkingin nú ikki er so stór, sum miðlarnir vilja vera við.

 

Og nú gerast tølini enn meiri álvarsom. Síðani 2005 eru 1463 færri fólk millum 15 og 44 ár í Føroyum. Og luta vit fólkið í tveir bólkar og hyggja at lutfallinum millum ættarliðið undir og yvir 40 ár, verður myndin enn greiðari (sí stabbamynd). Í 1985 vóru tvífalt so nógvir íbúgvar undir 40 sum yvir 40 (umleið 30.000 fólk frá 0-39 og umleið 15.000 fólk yvir 40). Í 2012 er lutfallið næstan vorðið fifty-fifty.

 

Við øðrum orðum eldast Føroyar við rúkandi ferð. Tey yngru gerast færri, og tey eldru gerast fleiri. Búskaparliga avleiðingin er, at færri og færri skulu rinda fyri fleiri og fleiri. Flestu búskaparligu prognosurnar vilja vera við, at um 15 ár eru umleið 4.000 fleiri pensjónistar og 4.000 færri á arbeiðsmarknaðinum. Og jú longri fram vit rokna, jú skeivari verður aldurssamansetingin. Fyrr ella seinni náa vit einum pínumarki, tá roknistykkið ikki longur hongur saman. Tá vit ikki longur hava ráð til tað samfelagið, sum vit ynskja okkum. Og tá er ov seint at vakna og fremja teir reformar, sum í longdini kunnu tryggja búskaparligt haldføri, fólkavøkstur og eitt minimum vælferðarstøði.

 

 

Komiski Ali

Er hetta ein miðlaskaptur trupulleiki? Er fráflytingin steðgað? Svarið er sjálvandi eitt rungandi nei. Eg ivist ikki í, at bæði Jørgen og Kaj Leo ynskja fólkavøkstur eins væl og øll onnur. Trupulleikin er nógv størri og nógv eldri enn teir báðir, og eg fegnist um teir glottar, sum eru at hóma í fíggjarlógaruppskotinum, hóast lúturin framvegis er ov veikur. Men tað seinasta, sum Føroyar hava brúk fyri, eru politikarar, sum stinga høvdið í sandin. Eins og komiski Ali, tá hann við áræði og optimismu vissaði heimspressuna í Baghdad um, at irakiski herurin fór at knógva supermaktini, samstundis sum sameindu stríðsvognarnir rullaðu inn í irakisku oyðimørkina.

 

Tá Bill Clinton tryggjaði sær Hvítu Húsini á valinum í 1992, orðaði legendariski spunasmiðurin, James Carville, eitt famøst og effektivt slagorð: It´s the Economy, Stupid!

 

Ein hóskandi umskriving í Føroyum anno 2013 kundi verið: “It´s the Demography, Stupid!”