Heini Sørensen fingið nýtt felag

Eftir eitt hálvt ár uttan sáttmála, hevur Heini Fossdalsá Sørensen skrivað undir við Thisted FC

Føroyskir spælarar flokkast til Thisted FC í Danmark. Hjá kvinnunum spæla bæði Jensa Tórolvsdóttir og Mona Rasmusdóttir, og hjá monnum spælir Daniel Johansen.

 

Nú er ein fjórði føroyingur eisini at finna í felagnum. Talan er um 19 ára gamla Heina Fossdalsá Sørensen, sum hevur verið uttan sáttmála seinasta hálva árið. Føroyski U21-landsliðsspælarin hevur spælt ungdómsfótbólt í FC Midtjylland fram til sáttmálin gekk út.

 

Hann hevur verið partur av U21-landlandsliðnum, hóast hann hevur gingið uttan sáttmála seinasta hálva árið. Nú er líkt til, at miðvallarin hevur funnið sær eitt felag, so hann aftur hann hugsavna seg um at spæla fótbólt.

 

Thisted FC, sum spælir í triðj bestu deildini í Danmark, skrivar í stuttum skrivi, at hetta bara letur seg gera, tí stuðlar hava hjálpt væl til.