- Fyri tað fyrsta vil eg siga, at tað hevur verið púra vanligt, at spælararnir eru farnir í býin eftir ein dyst, um tað hevur verið ein heilur mánaði til næsta dystin, so eg skilji ikki rættiliga, at spælararnir skulu revsast. Og eg kann so staðfesta, at eg eftir øllum at døma skal verða tann fyrsti, sum verður offur fyri hesari maktdemostratión frá venjaranum, segði Heini Hanusarson við Rás2.
Og við Kringvarpið leygardagin vóru boðin á leið tey somu.
- Eg havi verið kritiskur móti venjingunum hjá Dia Midjord og eisini í øðrum viðurskiftum kring landsliðið. So eg dugi illa at skilja annað endamál við hesum enn at splitta liðið. Nú skal eg hava tveir dystir leikbann hesaferð. Næstu ferð fáa tríggir mans leikbann og so skulu tríggir afturat hava leikbann eina triðju ferð. Hetta kann bara skapa split á liðnum, heldur Heini Hanusarson.