Heini Zachariassen vann altjóða íverksetaraheiðursløn

Vivino stovnarin vann í gjár ein Investor Allstar Award

Heini Zachariassen, stovnarin og stjórin á vín-appuni Vivino, vann í gjár heiðurin hjá Investor Allstars Awards sum besti íverkseti í 2020.

Investor Allstars Awards eru altjóða heiðurslønir innan tøkni, og átta ymiskar heiðurslønir vórðu latnar í ár - teirra millum íverksetaraheiðurslønin.

Átta fólk vóru í uppskoti til íverksetaraheiðurin, sum hevur verið latin á hvørjum ári hesi seinastu 18 árini, og tá avtornaði, mettu dómararnir, at Heini Zachariassen var besti íverkseti í 2020.

– Eg eri sera fegin fyri at hava vunnið heiðurin sum ársins íverkseti og fyri at teljast millum størstu stjørnur innan tøkni, sum vóru í uppskoti. Støðið á nýhugsan og framsøkni er tað hægsta, ið tað nakrantíð hevur verið, og eg eri sera errin, at vit í Vivino eru partur av hesum, sigur Heini Zachariassen á heimasíðuni hjá G. P. Bullhound, sum skipar fyri heiðurslønunum.

Heini Zachariassen sendi eisini eina tøkk á Facebook til teirra, ið hava stuðlað virksemi hansara, nú hann fekk heiðurslønina.

– Tað er við virðing, at eg taki ímóti íverksetaraheiðurslønini hjá GP Bullhound's Investor Allstars Awards. Eina tøkk til øll, sum hava stuðlað mær og verið partur av vøkstrinum hjá Vivino gjøgnum árini. Eg havi nógv takksemi til familju, Vivino-toymið, okkara íleggjarar, samstarvsfólk, samfelag og vínídnaðin.

– Hetta hevur verið eitt upplivilsi, og vit hava framvegis nógv eftir at gera.

– Til lukku til øll teirra, sum vóru í uppskoti, og til vinnararnar í kvøld. Har eru nógvar Allstars innan tøkni og nýhugsan, og tit geva mær íblástur til at halda áfram at royna, segði Heini Zachariassen á Facebook.