Áheitan á Jógvan á Lakjuni og bý- og bygdaráð í Suðuroy: Lati vit og skil ráða

Nita Næs
í Nesi
í Hvalba
????????
Nógv er sagt og skrivað um miðnámsskúla okkara her suðuri, og eru flest fólk við tíðini vorðin ósamd, rúkandi ill, ella líkasæl, hvar hesin skúli í framtíðini skal liggja.
Skúlaárið 1987-88 gekk eg á HF her suðuri. Tá ið fólk spurdu, hvar eg gekk í HF, svaraði eg: Eg gangi á Tvøroyri og í Vági. Tað var veruliga so, at ávísar dagar varð byrjað á Tvøroyri, har vit fingu undirvísing t.d. í fýra tímar, síðan koyrdu vit til Vágs við bygdaleiðum ella við onkrum lærara, har vit vórðu undirvíst víðari. Um einki samband var við Bygdaleiðum, tá ið skúladagurin var á enda komin, umleið kl. 17, ja, so koyrdi ein taxabilur meg aftur til Hvalbiar.
Soleiðis gingu tvey ár, og áðrenn mína tíð, høvdu tríggjar av mínum systrum havt somu skúlagongd, tí soleiðis var gongdin nógv tey fyrstu árini av HF-útbúgvingini.
Øll hesu ár, frá 1974 til fyrst í nítiárinum, var hetta veruleiki. Hetta góðtóku vit øll, tí vit høvdu øll fingið at vita frá fólkavaldu landspolitikarunum, ið vit høvdu álit á og virðing fyri, at vit skuldu hava tol, tí um ikki so langa tíð var farið undir at byggja miðnámsskúla í Hovi.
Vit ungu sóu fyri okkum henda framtíðar skúla og gleddist um hann.
Eg havi mangan spurt mínir politisku partamenn, hví henda ætlan fall fyri bakka. Hon fall nevniliga ikki í føðingini, hon var búgvin og hon var okkara. MEN tíanverri, soleiðis er politikkur vorðin, fólkavaldir menn og kvinnur gera rossahandlar, ið eru løtuvinningar, og neyvan hugsa teir um avleiðingarnar. Neiligar avleiðingar, sum
liva víðari frá einum ættarliði til annað, og sum beinleiðis hava niðurbrótandi slóðir eftir sær. Hetta sæst einamest í hugburðinum millum nógvur suðuroyingar nú prátið um mið-námsskúlin aftur er á skránni.
Tað er at undrast á, at menn, ið verða valdir at taka politiskar avgerðir, ikki tora at taka tær. Somuleiðis, er tað at undrast á, at eitt arkitektavirkið, ið vinnur eina teknikapping, skal hava so nógv at siga í einum slíkum máli. Somuleiðis skilji eg als ikki, at vágbingar skulu hava so nógv at siga í einum slíkum máli, og at fólkavaldur vágbingur, tulkar tað sum forfylging, at skúlin á Eiðinum ikki verður veruleiki, men møguliga fluttur til eitt betri stað, allari oynni at gagni.
Ein miðnámsskúli er eitt landsmál. Landsstýrismaðurin sær sjálvsagt, at aftaná at Hovstunnilin er komin, hevur ein nýggjur miðnámsskúli eitt natúrligt betri pláss í Hovi enn vesturi á Eiðinum í Vági. Eg hevði skilt tað betri, um Vágs kommuna hevði latið eitt grundstykki til nýggja skúlan á Nesi, í Vági, har ein beinavegin hevði verið við skúlan, uttan at koyrt gjøgnum tronga bygdarvegin í Vági.
Ein Landstýrismaður eigur at hugsa stórt og fram eftir. Jógvan á Lakjuni torir kanska tað. Javnaðarmenninir tordu tað ikki, ei heldur tjóðveldismenninir, ið hugsaðu mest um sín egna eingjargarð. Suðuroyggin hevur brúk fyri einum landstýrismanni úr norði, sum sær alt við øðrum eygum enn teimum smáu lokalu.
So Jógvan á Lakjuni: Vónandi gert tú tað!
Í hesum tíðum, verður so nógv tosað um at leggja saman í størri eindir. Men hvat meina vit í veruleikanum við tað, tá ið vit samstundis hava tann hugburð, at nakað verður tikið frá Vágs kommunu, um nakað verður bygt upp í Hovs kommunu.
Tað hevur tí sera stóran týdning, ja, er alneyðugt, at fólkavaldu landspolitikarar okkara úr Suðuroy vísa seg sum hugsjónarligar fyrimyndir, har teir hugsa um Suðuroynna sum eina heild og byggja varðar hareftir. Tað gera teir ikki í løtuni, har teir fara í bløðini at togtogast um, hvør vil byggja nakað gott upp her suðuri, og hvør vil bróta niður. Tað, at teir alment siga og meina, at nakað verður tikið frá Vágs kommunu, um tað verður flutt til Hovs, til dømis, er eit vónbrot at hoyra og tað er ófatiligt at hugsa sær, at royndir politikkarir halda fram at hugsa so stutt!
So góðu tit allir: Hergeir, Hendrik, Johan, Sverri og Jóannes: Hugsi frameftir, tí tað er bert saman, at vit og tit eiga eina framtíðar oyggj, har vit øll trívast og hava tað gott.
Nú bý- og bygdaráðini eru mannað av nýggjum, er mín áheitan á tey, at tey lata vit og skil ráða, nú tey hava fingið nýggja umhugsingarfreist frá Landstýrismanninum.
Eg vil enda við at siga, at sjálvsagt er tað ikki Vágs kommuna, ið hevur ábyrgdina av, hvar nýggi miðnámsskúlin skal liggja. Tað er Landstýrismaðurin Jógvan á Lakjuni, sum hevur ábyrgdina fyri at skúlin verður bygdur á røttum staði.

E.S.: Hugsi tykkum eina framtíð, har 90% av studentunum fer súkklandi í skúla.Okkara nýggi Hovstunnil hevur sjálvsagt góða, ljósa súkklubreyt, har næmingar bæði úr Froðba, Lopra, Vági og Tvøroyri, kunnu fara súkkandi til nýggja miðnámsskúlan í Hovsdali.