Áheitan á Landsverkfrøðingin og Vinnumálaráði

Tummas Eli H. Joensen

Í farnu viku svaraði Bjarni Djurholm einum fyrispurningi á tingi frá Tórbjørn Jacobsen viðvíkjandi vegastrekkinum Skálabotnur - Strendur. Bjarni Djurholm segði í svarinum, at arbeiðið við vegagerðini verður tikið uppaftur nú, og at tað verður boðið út í hesi vikuni.
Higartil í ár er einki arbeiði gjørt á økinum, í øllum førum ikki soleiðis, at vit bilførara ið koyra dagliga framvið hava borið eyga við tað. Kann verða, at landsverkfrøðingurin hevur valt at nýta játtanina í ár síðst í árinum, fyri at kunna leggja arbeiði næsta ár í forleingilsi av arbeiðinum í ár, og soleiðis fáða tvey ára arbeiði gjørt í einum. Um hetta er ætlanin, skuldi hetta alt annað líka givið betur úrtøku fyri peningin, tí ein flyting av amboðunum verður spard á henda hátt og tí meiri arbeiði gjørt.
Hevði tó tann tíð tað var vóna, at Løgtingið tók seg saman og gjørdu eina annlegslóg fyri hetta vegastrekkið, havandi í hyggju, at hetta arbeiði ikki má draga ov langt út. Fyri at siga tað stutt, so er okkara veganet ikki nøktandi til alt ið skal flytast aftur og fram og eg haldi eisini, at veganetið er beinleiðis ein foran fyri, at vestari armur mennur seg meira vinnuliga.
Eg fari, nú tað sær út til, at arbeiði fer í gongd aftur, og at tað kanska er við 2 ára arbeiði í ætlan, at heita á Landsverkfrøðingin og Vinnumálaráði um, at arbeiðið á hesum sinni verður byrjað frá Strondum av og inneftir. Um arbeitt verður innanífrá og úteftir, er vandi fyri, at tá vegurin er komin út um Skála bygd, verður ein fyribils vegur gjørdur oman í verandi veg, og so verður ikki komið víðari. Verður harafturímóti arbeitt uttanífrá og inneftir, verður neyðugt at binda vegin saman, fyri at fáa nyttu av íløguni. Harvið verða tann politiski myndugleikin bundin til ikki at gevast, fyrr enn alt arbeiðið er liðugt. - Og tað er neyðugt!