Áheitan á teir fólkavaldu í Suðuroy!

   

Fylgdi við stórum áhuga Breddanum í sjónvarpinum sum viðgjørdi spurningin um eina møguliga kommunusamanlegging í Suðuroy. Ein góður og sakligur Breddi, sum gav borgarstjórunum í oynni og einum borgara úr Sandvík høvi til at siga sína hugsan um eitt mál, sum er áhugavert hjá okkum øllum her suðuri - og sjálvandi eitt sindur eymt eisini. Hóast eitt sindur ymiskir á máli vóru allir borgarstjórarnir tó samdir um eitt, at tað verður ikki talan um nakra kommusamanlegging her og nú. Her er nógvir steinar sum skulu vendast og nógv sum skal mýkjast, áðrenn ein felags kommuna verður veruleiki. Hetta haldi eg er skilagott. Tí tað hevur verið ov nógv í føroyskum politikki í seinastuni, sum verður kroyst omanyvir høvdið á borgarunum. So heldur siga sum Gorbatjov, lat tað grógva saman, sum hoyrir saman. Og eg ivist onga løtu í at Suðuroyggin hoyrir saman, øll sum hon er.
Borgarin úr Sandvík, Elberg Klettheyggj, nart við ein ógvuliga centralan spurning, nevniliga støðuna, sum tann lítla bygdin er í, um talan verður um samanlegging. Hann nevndi m.a. vandan fyri, at ein stór kommuna fór at spara smáar bygdaskúlar burtur, tí at ovmikið av plássið var í teimum stóru skúlunum. Har haldi eg, at ein og hvør lóggáva, eisini ein kommunal eind, eigur at taka støði í at verja tey veikastu liðini. Harumframt haldi eg principielt, at vit eiga at verja um teir smáu bygdaskúlarnar, tí børnini eru okkara framtíð ? og sjálvur krumtappurin í kjakinum um kommunala samanlegging, tí vit missa tey ungu av oynni.
Borgarstjórin í Hvalba, Levi Niclasen, gjørdi siðiliga grein fyri, at hann persónliga helt at ein kommuna altíð eigur at royna at klára seg sjálva. Hetta haldi eg hevur allan heiður uppibornan. Hvalbingar eru eisini óførir og draga øgilig virði uppá land. Tað var tó eitt hann segði, sum eg fegin vil viðgera eitt sindur nærri. Tað var tá hann ivaðist í, hví spurningurin um kommusamanleggin júst nú skuldi gerast so aktuellur. Hann loyvdi sær at ivast í, um hetta ikki var ein sokallað dilla, sum hevði stungið seg upp í løtuni. Fyri at halda meg til hetta stuttliga og fitta orðið dilla fari eg at venda spurninginum á, og spyrja: Er tað ein dilla, at unga fólkið flytur av oynni? Ella býr nakað grundleggjandi undir hesum útflutningi av ungum menniskjum?
Nógv av okkara unga fólkið fer burtur at lesa - og hevur einki at koma aftur til her á oynni. Eg veit frá tíðini sum studentaskúlalærari í Vági, at nógv tann størsti parturin av ungdóminum vildi fegin koma aftur, men ásannaði samstundis, at hetta ikki fór at blíva soleiðis. Hetta er ikki bara spell ? men ein vanlukka! Tí haldi er tað er uppá tíðina at skjøtil verður settur á eina felags kommunu ? ikki í bráræsni, men við at byrja at taka spurningin upp ? so vit kunnu taka nøkur stór, ítøkilig felags tøk fyri at seta krøv, sum aðra staðni í landinum eru ein sjálvsagdur lutur.
Talan er um ein hóp av málum, men onkunstaðni skulu vit byrja. T.d. kunnu vit spyrja, hvør eigur lívið í strandfersluni í dag? Svarið er einfalt, tað er Smyril, fyrst og fremst og uppaftur meira tá ið norðoyatunnilin er liðugur. Tí haldi eg tað er ein sjálvsagdur lutur, at umsitingin av strandferðsluni verður flutt til Suðuroyar, ongantíð ov skjótt. Fyri Havnina hevur hetta ongan týdning ? fyri Suðuroynna hevur hetta alstóran týdning, tí oyggin skríggjar eftir almennum arbeiðsplássum til útbúgvin fólk. Tey, sum siga at hetta ikki ber til, kunnu spegla sær í Heilsuskúlanum á Tvøroyri, sum nærum var kolaður í sand og øsku av fakfólki norðanfjørðs, men róstur til skýggja av teimum, sum brúka hann í dag. Hetta er sum við kettlinginum, ein dag i fremmandum húsi, so er hann húsvandur. Og latið okkum so fyri alt í verøldini ikki byrja at keglast um, hvar henda umsitingin skal liggja, tí so verður hon liggjandi har, sum hon liggur í dag. Tí tað er tíverri soleiðis tað plagar at enda. Tískil henda almenna áheitan á tykkum Jóannes Eidesgaard, Henrik Old, Hergeir Nielsen og Jóhan Dahl, kunnu tit ikki taka lógvatak saman og í felag leggja uppskot fyri tingið, at umsitingin av Strandfaraskipum Landsins verður flutt higar suður. So vísa vit í verki, at vit eisini kunnu standa saman landspolitiskt, til frama fyri Suðuroynna. Og gloymið ikki, at tað avgerandi ikki er hvør politiskur flokkur fær heiðurin fyri at tað hendir nakað ? tað avgerandi er AT tað hendir nakað.
Næsta stóra stigið verður so at taka eitt tak at fáa fast samband millum Suðuroynna, Sandoynna og meginlandið, tí tástaðni eru vit ein veruligur partur av Føroya landi, sum kann bjóða ungdóminum og okkum øllum tað sama, sum aðrir føroyskir landspartar ? og ikki minst, Føroyar vera bæði størri og ríkari! Føroya løgmaður hevur longu tikið tráðin upp, so nú er at smíða meðan jarnið er heitt. Tí at orð kosta einki, tað er verri tá tað kemur til handlingar.
Loksins kann eg skoyta uppí, at Smyril er eitt gott dømi um, at vit eisini duga at samstarva, tí uttan samanhald fingu vit ikki hetta skipið. Men Smyril má ikki gerast ein koddi, sum um allir trupulleikar eru loystir við honum. Persónliga gleði eg meg til tann dagin, at fast samband er millum Streymoynna og Sandoynna, og at farið verður av Hvalba á Sandoynna við einum fyri vinnulív og ferðafólk hóskandi skipi, sum siglur reguliga ? til fast samband er millum Viðareiði og Sumbiar. Smyril er so framkomið skip og eftir øllum at døma rættiliga bíligt av stórpolitiskum, ES-ávum, at hetta far kann gerast eitt gott íkast til at fremja í verki eitt risatak, sum í dag kann tykjast mongum ómøguligt.
ELLA! Kanska skulu vit bara halda okkum til verandi farleið, og bora hol millum Sandoynna og Suðuroynna fyrst. Ja, hví ikki?! Suðuroyggin er longst burtur og tískil mest hótt. Òmøguligt? Bara í hugaheiminum, ikki í verki. Hugsið tykkum psykologiska týdningin av eini slíkari ætlan, tað hevði verið sum ein rein kollvelting líka úr Sandvík til Sumbiar ? og úr Sumba til Gásadals! Tí tá er tað bara eitt hanagleiv á meginlandið ? og ein spurningur um tíð, til áfast er.
Jú sanniliga, stórar avbjóðingar liggja fyri framman ? avbjóðingar, sum liggja í okkara hondum. So einaferð enn góðu Jóannes Eidesgaard, Henrik Old, Hergeir Nielsen og Jóhan Dahl, fáið í felag hetta mál á politiska breddan, t.d. við at leggja uppskot fyri tingið um at skipa ein Suðuroyargrunn, hvørs endamál er fast samband.. So fáa vit í hvussu so er eina psykologiska innspræning, sum vit hava so hjartaliga brúk fyri. Hesin grunnur hevur longu eitt virði av eini 300-400 milliónum krónum, við nýggja Smyrli. Tit fáa fiskimálaráðharran Jacob Vestergaard at stuðla tykkum, tað ivist eg ikki í. So kann tingmanningin í øllum flokkum vísa í verki, um teir meina nakað við øllum orðunum um veruligan útjaðarapolikk.
Við vón um eina skilagóða kós fram móti eini felags kommunu í Suðuroy ? ella sum minsta krav, samstarv í verki á øllum frontum, so verulig úrslit spyrjast burtur úr.