Tummas Eli H. Joensen
Tá ið eg læs á portalinum í morgun um, at tú hevði funnið ein serligan leist, soleiðis, at kommununar í Suðuroynni kundu fíggja ein part sjálvar í samband við bygging av røktarheimi í Suðuroy, ljóðar hetta gott í mínum oyrum og fær hetta meg at hugsa aftur á aðalfundin hjá IRF.
Á hesum fundi bleiv av mær settur fram spurningur til landstýrismannin Jógvan við Keldu, um hann ikki kundi virka fyri at hjálpa, tí partinum av kommunum sum eru limir, at lána so frætt av peningi, at IRF kundi fíggja íløguna av roykreinsingini 12 mio. kr bíligari.
Tað er soleiðis, at um kommunurnar fíggja sjálvar, kann roykreinsingin gerast alt í alt 12 milliónir bíligari og kostnaðurin verður tí 20 milliónir ístaðin fyri 32 milliónir. Í hesum førinum letur hetta seg ikki gera, tí nakrar kommunur koma í tað støðu, at landsstýrið ikki loyvir teimum at læna meira, vegna ov stóra skuld. Aftur merkir hetta, at lánibyrðan sum longu er stór hjá IRF, gerst enn størri og so kunnu vit halda fram við at hava viðmerkingar um, at IRF er vorðið heldur kostnaðarmikið.
Landsstýrið hevur ikki vilja hjálpt IRF við sínari stóru skuld og var á fundinum staðfest av Jógvan við Keldu landsstýrismanni, at tað ætlaði hann heldur ikki at gera.
Tí fari eg heita á teg, H.P.Strøm, um at vísa Jógvan við Keldu handan leistin, sum tú hevur funnið útav og lat Jógvan við Keldu, av landsstýrinum fáa loyvi til at nýta tann sama leistin, at hjálpa IRF við. À Jógvan við Keldu fari eg at heita á um at lesa hvussu hendan loysnin er samansett og um at nýta tað til eina góða loysn fyri IRF.