Ovurheitar pylsur á grillini noyddi fólk úr Ikea

- Tað vóru nakrar pylsur, sum høvdu ligið ov leingi á grillini. Nú kann jólahandilin halda fram, sigur vaktleiðari hjá løgregluni.

 

Seinnapartin í dag fingu øll viðskiftafólk, sum vóru í Ikea í Forus, uttan fyri Stavanger í Noregi, boð um at rýma úr handilshúsinum.

 

Tað var Stavanger Aftenblad, sum fyrst bar hesi tíðindi, sum aðrir norskir miðlar dúgliga hava endurgivið seinnapartin í dag.

 

Ógreitt hevur verið, hví viðskiftafólk skuldu fara úr Ikea. Tá miðlarnir spurdu fólk við tilknýti til handilin, segði eingin seg kenna orsøkina.

 

Heldur ikki leiðarin fyri Ikea í Forus segði seg vita, hví viðskiftafólk vóru biðin at fara úr Ikea, skrivaði Stavanger Aftenblad.

 

Men, nú eina løtu seinni er greiða fingin á málinum. Alt er avblást, og viðskiftafólk sleppa nú inn aftur í vøruhúsið at keypa.

 

- Tað vóru nakrar pylsur, sum høvdu ligið ov leingi á grillini. Nú kann jólahandilin í Ikea halda fram, sigur vaktleiðari hjá løgregluni.