Heldur Diego Costa svikar

Fyrrverandi formaður í Arsenal langar hart út eftir Diego Costa, framherja hjá Chelsea

- Diego Costa er ein svikari, sum er bevístur um at fáa spælarar hjá øðrum liðum vístar av vøllinum, so bersøgin er fyrrverandi formaðurin í Arsenal, Peter Hill-Wood um spanska/brasilska framherjan hjá Chelsea. 

 

Diego Costa hevði ein avgerandi leiklut, tá Chelsea fyrradagin vann 1-0 á Arsenal á Emirates leikvøllinum í London. Diego Costa skoraði einasta málið í dystinum, og haraftrat var hann partur av støðuni, sum fekk týska verjuspælararan hjá Arsenal, Per Mertesacker vístan av vøllinum.

 

- Eg haldi, at Diego Costa bevíst rann frammanfyri Per Mertesacker fyri at fáa Mertesacker vístan av vølli, sigur Peter Hill-Wood. - Tað var ikki meir enn fóturin hjá Mertesacker nam við Diego Costa, men Diego Costa bóltaði runt, sum um fóturin hjá honum var høgdur av. Tað fyrsta Mertesacker hevði fingið reyða kortið var Diego Costa 100 prosent klárur aftur, slær Peter Hill-Wood fast í samrøðu við enskar miðlar. 

 

- Eg haldi, at Diego Costa átti at verið vístur av vølli fyri filming, staðfestir Peter Hill-Wood.

 

Peter Hill-Wood sat í stýrinum, sum formaður hjá Arsenal í heili 31 ár.