Heldur fram sum víkingur

Tað er nú greitt, at Geza Turi verður eisini málmaður hjá Víkingi næsta kappingarár.

Hetta er greitt, eftir at málmaðurin og Víkingur nú hava skrivað undir sáttmála fyri næsta ár, skrivar Víkingur á sínu heimasíðu.

Geza Turi hevur verið ein tryggur aftasti skansi hjá víkingunum.

- Uttan at siga ov nógv hevur hann verið ein av bestu málmonnunum í ár, kanska ann allarbesti, siga tey í Víkingi.