Heldur stuðlar enn veruligir fjepparar

Tað tykist at vera hugsunarhátturin hjá UEFA í samband við komandi Champions League-finaluna.

Ein av alheimsins størstu árligu ítróttarhendingum er Champions League-finalan, har ársins besta, evropeiska fótbóltslið verður funnið. Í finaluni í ár verða tað arvafíggindarnir úr Madrid, Real Madrid og Atlético Madrid, ið hittast í hesari finalu. 

 

Finalan verður leikt á San Siro í Milano, sum tekur 80.000. áskoðarar. Tað vísir seg tó, at av hesum 80.000. verða tað lutfalsliga fáir fjepparar av Madrid-feløgunum báðum, ið sleppa at síggja dystin á sjálvum leikvøllinum.

 

Spanska AS veit nevniliga at siga, at Madrid-feløgini fáa bert 36.000. atgongumerki, 18.000. í part, til fjepparar sínar. Hetta er 45% av áskoðaratalinum, sum San Siro rúmar. Hini 55% prosentini av atgongumerkjunum, sum eru 44.000. í tali, fer UEFA at halda fyri seg sjálvt. Hesi atgongumerki verða deild út til ymsar stuðlar, lýsarar og onnur ,,týdningarmikil" fólk, ið skulu sleppa at síggja finaluna.

 

Real Madrid og Atlético Madrid hittust eisini í finaluni í 2014, og tá fingu feløgini eisini 18.000. atgongumerki í part til síni viðhaldsfólk. Men tá skal havast í huga, at finalan varð spæld á Estadio da Luz í Lissabon, sum til samanberingar tekur 60.000. áskoðarar. Ta ferðina hevði UEFA 24.000 atgongumerki, ella 40%, í varðveitslu at spjaða út til ymsar áhugabólkar, ið vildu síggja finaluna.

 

Umstrídda atgongumerkjabýtið hevur knýtt bond ímillum fíggindafeløgini úr Madrid, sum bæði eru í øðini um býtið. Feløgini hava kært sína neyð til forsetan í spanska fótbóltssambandinum, Angel Maria Villar, ið eisini er virkandi forseti í UEFA í løtuni. Madrid-feløgini krevja at fáa 30.000. atgongumerki í part til komandi finaluna.

 

Um hendan umbønin verður játtað er so ein annar spurningur.