Fyrsti dystur í 24. umfari í Betri deildini verður nú klokkan 15.30, tá ið TB fær vitjan av HB í Trongisvági.
Talan er um søguligan dyst á tann hátt, at hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at ein kvinna hevur ábyrgdina av liði í landskappingardysti í fremstu deildini á mannfólkasíðuni.
Mitt í vikuni boðaði TB frá, at samstarvið við Lars Heiliger er liðugt. Nýggjur venjari er Helen Lorraine Nkwocha, sum kom til felagið í vár. Hon hevur verið høvuðsungdómsvenjari, og nú hevur hon átikið sær venjarauppvávuna, tað sum eftir er av hesum kappingarárinum.
Helen Lorraine Nkwocha hevur sett liðið, og tað er merkisvert, at átta útlendskir spælarar eru millum teir fyrstu ellivu hjá TB í dag. Millum hesar er Ken Fagerberg, sum hevur spælt millum lítið og einki í ár. Ndende Adama Guéye er tøkur aftur eftir leikbann, og Filip Djordjevic er ikki við, tí hann er leikbannaður.
Hjá HB er Heðin Hansen skaddur, og René S. Joensen er leikbannaður.
TB – HB kl. 15.30
Dómari: Aron Sofus Vest
TB: Nikola Stoisavljevic – Jens Erik Bruhn, Aron Sørensen, Toni Takamaki, Ndende Adama Guéye, Samudeen Musah – Sascha Schmaiz, Moro Ibrahim, Karim Elkhatib, Dánjal Godtfred – Ken Fagerberg
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Pætur J. Petersen, Michal Przybylski, Dan í Soylu, Adrian Justinussen – Stefan Radosavljevic, Mikkel Dahl