ÚTISETA FLOGBÓLTUR
Onkuntíð hava fleiri kvinnuligir flogbóltsspælarar verið í bestu donsku deildini, sum verður nevnd elitudeildin, men nú eru tær ikki nógvar. Tá ið tað eftir ársskiftið verður farið undir endaspælið í elitudeildini, verður tað bara ein kvinnuligur føroyskur flogbóltsspælari millum luttakararnar.
Talan er um Helen á Lakjuni Jacobsen. Sunnudagin var hon á liðnum hjá Frederiksberg, sum í síðsta umfarinum í grundspælinum tryggjaði sær fimta og seinasta plássið í endaspælinum. Dysturin var rættuliga tættur og spennandi ímóti Aabyhøj. Tað er felagið, sum Juanna S. Joensen spælir við, men hon var ikki á liðnum sunnudagin.
Frederiksberg vann 3?2, og settúrslitini vóru 23?25, 25?20, 25?17, 16?25 og 15?9. Frederiksberg vann fýra av níggju dystum í grundspælinum, og tær høvdu saman við Fortuna átta stig. Settmunurin hjá Frederiksberg var eitt betri, enn hann var hjá Fortuna, sum tískil var akkurát ov stutt at sleppa upp í part í endaspælinum.
Tað verður farið undir endaspælið eina ferð eftir ársskiftið. Saman við Frederiksberg eru fýra onnur feløg við í telvingini um DM. Tey eru Holte, AIK Aalborg, Rosenlund og DHG Odense.
Gamlir kenningar
Sunnukvøldið vísti DR1 ítrótturin brot úr síðsta dystinum hjá Frederiksberg í grundspælinum. Tá var Helen á Lakjuni Jacobsen at síggja mitt fyri netinum. Tá ið vit týsdagin fingu fatur á henni, hevði hon frí frá venjing.
? Vit venja fýra ferðir um vikuna. Vit venja mánadag, mikudag, hósdag og leygarmorgun. Vit venja í trimum ymiskum hallum á Frederiksberg. Tvær ferðir um vikuna venja við í Büllowsvejhøllini, og tað er har, at vit spæla heimadystirnar, sigur Helen á Lakjuni Jacobsen. Hon er í útbúgvingarørindum í Keypmannahavn. Hon lærir til politist, og tá ið við tosaðu við hana, var hon júst komin til hús, eftir at hon og hini, sum ganga í politistaskúlanum, høvdu hjálpt til við nógva vaktarhaldinum, sum er í Keypmannahavn í hesi vikuni, nú tað er ES toppfundur í danska høvuðsstaðnum.
Hvussu ber tað til, at tú valdi júst at spæla við Frederiksberg?
? Tá ið eg kom til Keypmannahavnar í summar, vildi eg fegin royna meg sum flogbóltsspælari. Eg hevði samband við Alvildu Ólavsdóttir. Hon, Hjørdis Mortensen og Annika Joensen hava spælt við Frederiksberg. Tær leggja ikki so nógv í venjingina longur, men spæla í lægru deildunum. Alvilda spurdi fyri meg, um tað bar til at venja við. Tað var beinanvegin í lagi, og síðani havi eg verið á liðnum í elitudeildini. Í fyrstu dystunum var eg eitt sindur uttanfyri, men nógvu tær seinastu ferðirnar havi eg spælt so at siga alla tíðina.
Eru tit nógvar, sum kappast um plássini?
? Vit eru trettan, sum hoyra til liðið. Ein av hinum hevur verið skadd mesta partin av tíðini, síðani eg kom í felagið. Viðhvørt eru opnar venjingar, har tær, sum hava hug at royna seg fyri at sleppa upp í part, hava møguleika at royna seg. Men tað er ikki skift út á besta liðnum, síðani eg kom á liðið, sigur Helen á Lakjuni Jacobsen.
Eitt sindur hægri støði
Fyri tað mesta hevur Helen spælt flogbólt við ÍF. Tá ið vit spyrja hana, um støðið, sum hon nú kappast á, er hægri, enn tað er í bestu deildini í Føroyum, so svarar hon soleiðis:
? Tað gongur eitt sindur skjótari, og bóltførleikin er eitt sindur betri, enn hann er í føroysku kappingini. Vit venja fýra ferðir um vikuna, og vit venja tveir tímar hvørja ferð. Tað er full ferð á alla tíðina, og tað er undantakið, at onkur ikki møtir upp. Í Fuglafirði vandu vit tríggjar ferðir um vikuna, og vit vandu hálvan annan tíma hvørja ferð. Men eg haldi ikki, at venjingin er nakað serligt betri, enn hon var í ÍF í fjør. Tá høvdu vit Boban til venjara, og hann var og er ein sera góður venjari.
Helen er miðspælari. Hennara lutur er at blokera álopsroyndirnar hjá mótstøðuliðnum, og so er hon við í álopsspælinum eisini. Hon vil ikki siga nakað um sínar egnu dygdir. Men á heimasíðuni hjá flogbóltsfelagnum á Frederiksberg verður hon saman við hinum miðspælaranum søgd at vera trygdin fyri hårde smash og listige lobs!
Oyggjaleikirnir
Helen var við landsliðnum á oyggjaleikunum fyri hálvum øðrum ári síðani. Tá ið við spyrja hana, um hon ætlar sær at vera á landsliðnum, sum komandi summar fer á oyggjaleikirnar, so svarar hon soleiðis:
? Eg havi ikki hoyrt so nógv um landsliðið. Fyri stuttum fekk eg teldupost frá Niclasi Joensen, venjaranum. Hann fregnaðist um flogbóltspælið hjá mær. Um eg verði úttikin til landsliðið, so vil eg fegin vera við, um tað ber til. Eg veit ikki enn, hvussu tað verður við summarfrí frá útbúgvingini, men eg vil fegin vera við á oyggjaleikalandsliðnum, sigur Helen á Lakjuni Jacobsen. Hon er 25 ára gomul og liggur um miðalaldurin á liðnum hjá Frederiksberg. Yngsti spælarin er átjan ára gomul, og tann elsta er 32 ára gomul.