Helgi og Silas halda tørn

IM Helgi Dam Ziska, heldur fast um oddasessin, eftir at 6 umfør eru telvað í FM kappingini fyri einstaklingar, sum í vikuni verður telvað í Vestmanna. Helgi er favorittur í kappingini, hevur ikki snávað higartil, og er á odda við 5 stigum.

 

Oddabrakið í 6. umfari ímillum sterkastu telvararnar í kappingini, IM John Rødgaard og IM Helga Dam Ziska, endaði við stuttum javnleiki.

 

Støðan í oddinum, eftir 6 umfør:

 

1. IM Helgi Dam Ziska 5,0

2. IM John Rødgaard 4,5

3. Sjúrður Thorsteinsson 4,0

4. FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen 4,0

 

Umframt Sjúrð Thorsteinsson, av Tvøroyri, hevur serliga Carl E. Nolsøe Samuelsen - við 3½ stigi, í 4 teim seinastu umførunum - av álvara hálað seg upp í oddastríðið.

 

Kl. 14.00, Skírisdag, er sera stórt trýst og spenningur í oddastríðnum.

 

Borðreitt verður við tveimum topp-dystum:

 

Helgi hevur hvíta fólkið ímóti Carl Eli, meðan Rødgaard hevur svarta fólkið ímóti Sjúrða.

 

Kappast verður somuleiðis um FM-heitið í unglingabólkinum.

 

Silas Eyðsteinsson, úr Sandavági, hevur lagt frástøðu til kappingarneytarnar.

 

Støðan í oddinum:

 

1. Silas Eyðsteinsson 5,5

2. Sjúrður Olsen 4,5

3. Rúni T. Jacobsen 4,0

 

Men dramatiskur endi er í væntu, har m.a. Sjúrður Olsen, úr Vestmanna, og Silas bresta saman í seinasta umfarinum.

 

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági, er á odda í Almenna bólkinum við 5,5 stigum, hálvt stig fremri enn Jákup á Rógvu Andreasen og verður ivaleyst drúgvur at vika. Innanhýsis uppgerðin endaði javnt.

 

Fylgið kappingini á: www.faroechess.com.

 

Til ber eisini at fylgja telvingini á staðnum, í Vestmanna skúla.