Helgi syfti stórmeistara

Sum yngsti føroyingur nakrantíð fekk nú 15 ára gamli Helgi Dam Ziska ein IM-norm um vikuskiftið. Eitt bragd av unga havnarmanninum, ið sjálvur kemur frá navnframari talvfamilju

Tað var vorðið sum føðingardagsgáva, ið Helgi Dam Ziska fekk um vikuskiftið. Týsdagin rundaði hann fimtan sumrar, og hann ognaði sær um vikuskifti sín fyrsta IM-norm.

Tikin á bóli
Tey flestu, ið kenna til føroyska telving, gjørdust rættiliga bilsin, tá tað eydnaðist Helga at vinna sær ein IM-norm í Politiken Cup, sum var frá 16. til 24. juni.
- Eg hevði als ikki roknað við, at eg skuldi fáa ein IM-norm í hesi kappingini. Eg helt faktiskt, at tað var munandi torførari at fáa ein slíkan norm, sigur Helgi Dam Ziska um kappingina, tá hann gjørdi bart og vann millum annað á einum stórmeistara.
- Málið undan kappingini var at fara upp í rating og at fáa góð úrslit ímóti teimum sterku telvarunum, sigur Helgi, sum sjálvur varð tikin á bóli av góða úrslitinum.
Hann greiðir frá, at hann als ikki grunaði, at hann møguliga skuldi fáa ein IM-norm longu nú.
- Tað var ikki fyrr enn áðrenn tað seinasta umfarið, at eg las á heimasíðuni hjá kappingini, at eg kundi fáa ein IM-norm, um eg vann tað seinasta talvið, sigur Helgi.
Og tað eydnaðist eisini tí unga og lutfalsliga óroynda telvaranum at basa stórmeistaranum Carsten Høi í tí seinasta umfarinum. Sigurin á stórmeistaranum gav Helga pláss á næstovastu rók í samlaðu kappingini.
- Tá eg møtti Carsten Høi flutti eg onkran skeivan leik, men hann hevði sjálvur gjørt nøkur mistøk at byrja við, og tí stóð eg sterkt gjøgnum alt talvið, sigur Helgi um tað avgerandi talvið, ið endaliga tryggjaði honum normin.
- Hann royndi seg við nøkrum kontra-álopum, men eg megnaði at varðveita mína yvirvág, sigur Helgi, ið eisini ásannar, at Carsten hevði kunnað telvað betur, enn hann gjørdi hendan dagin.
- Mítt besta talv var ímóti einum Fide-meistara úr Íslandi, sum kallaðist Sigurdur Sigfusson. Tá gjørdi eg so at siga ongar skeivar leikir, greiðir Helgi frá.

Telving í miðdeplinum
Helgi nýtir nógv av síni tíð til talv. Talv-bøkur verða terpaðar úr einum enda í annan, støður verða analyseraðar og talv hjá heimsins mætastu telvarum verða nærlisin í kamarinum hjá tanáringinum uppi undir Varða.
- Eg lesi nógvar bøkur um talv og telvi eisini nógv á internetinum, sigur Helgi og hann leggur afturat, at internetið er eitt alneyðugt amboð hjá einum telvara, sum altíð vil vera í venjing og harvið hava møguleika at gera seg galdandi í slíkum kappingum.
Tá prátið kemur inn á langtíðar-ambitiónirnar hjá hesum evnaríka unglinginum, leggur hann ikki fingrarnar ímillum.
- Í framtíðini vil eg fegin gerast stórmeistari (GM), eingin ivi um tað, sigur Helgi (tað hevði verið fyrsta føroyska GM-heitið).
Men í sama andadrátti leggur hann afturat, at hetta fer at taka nógv ár og krevur miðvísa venjing og luttøku í nógvum kappingum uttanlands. At gerast stórmeistari krevur tríggjar GM-normar og minst 2500 í rating.
- Um eg skal gerast stórmeistari, má eg helst vinna kappingar sum Politiken Cup. Eg havi eisini ambitiónir um at vinna FM fyri einstaklingar. Eg verði tó ikki vónbrotin, um tað ikki verður beinanvegin, sigur Helgi.
Um framtíðarætlanir sínar viðvíkjandi talvkappingum sigur Helgi, at hevur í hyggju at luttaka í teimum kappingum, sum eru her á landi  tað er FM fyri lið og einstaklingar og tær IM-kappingar, sum eru fyriskipaðar seinastu árini. Harumframt er ætlanin at luttaka í Norðurlandameistaraskapinum.
Ein stór talvkapping verður í Klaksvík í heyst, men Helgi Dam Ziska veit ikki, um hann fær møguleika at vera við í hesa kapping.

Talv-familja
Helgi Dam Ziska bregður ikki burtur úr ætt. Bæði faðir og farbróðir hansara, ávikavist Andrias og Suni Ziska, hava verið FM vinnarar í talvi fyri einstaklingar. Harumframt var annar farbróðir hansara Bjarki Ziska eisini stinnur telvari.
- Eg fór at telva sum 7-8 ára gamal, men eg fór ikki at luttaka í kappingum av álvara fyrr enn fyri trimum ella fýra árum síðani, sigur Helgi Dam Ziska.
Í 2004 vann Helgi FM fyri einstaklingar í unglingadeildini sum bert trettan ára gamal, og í ár varð hann kosin ársins stjørnuskot 2004/2005.
Fyrr í ár endaði hann á triðja plássi saman við Hans Kristian Simonsen í landsliðsbólkinum í FM fyri einstaklingar. Tað var eitt væla úrslit fyri ein fjúrtan ára gamlan telvara.
Vit kunnu í øllum førum rokna við at hoyra nógv til hendan unga mannin í framtíðini, um hann heldur fram við sama eldhuga sum nú.