Úrslitini hjá Helga Dam Ziska hava ikki verið av teimum bestu, nú hann telvar um danmarksmeistaraheitið í talvi fyri einstaklingar.
Helgi Dam Ziska hevur ikki vunnið nakað talv, eftir at 8 av 9 umførum eru avgreidd. Helgi hevur tapt tvey talv og telvað seks jøvn. Tað gevur honum 3 stig, nú eitt umfar er eftir í kappingini.
Helgi Dam Ziska er styrkismettur sum nummar 8 av teimum 10 telvarunum í kappingini, og í løtuni liggur Helgi í aftara enda á stigatavluni saman við tveimum øðrum telvarum. Helgi skal hava 4,5 stig fyri at varðveita sítt ratingtal.
Fremstur í kappingini er Sune Berg Hansen úr Helsingør, sum hevur 5,5 stig áðrenn seinasta umfar. Helgi skal telva ímóti júst Sune í seinasta umfari í morgin.
John Arni Nilssen er eisini við í DM-kappingini. Hann telvar í tí, tey kalla kandidatbólkurin, og har er hann styrkismettur sum nummar 2. John Arni liggur tó mitt í røðini av teimum 26 telvarunum í bólkinum.