Ígjár var føroyingauppgerð í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
FIF við Róa Berg Hansen tók ímóti Odder við Helga H. Hoydal á Frederiksberg.
Rói Berg Hansen og Helgi H. Hoydal skutu hvør sítt mál í dystinum, sum Odder vann 31-23. Heimaliðið var tó væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Odder bara á odda 15-14. Tíðliga í seinna hálvleiki kom Odder uppá 20-16, og teir útbygdu spakuliga leiðsluna, og vunnu at enda 31-23.
Meðan Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir eru við í uppflytingarstríðnum og liggja næstovast í deildini við 20 stigum fyri 13 dystir, so liggja Rói Berg Hansen og liðfelagarnir aftast í deildini við bert trimum stigum fyri 13 dystir.
Komandi leygardag spælir Odder á útivølli ímóti Team Sydhavsøerne. FIF tekur sama dag ímóti HØJ, sum kann gerast ein føroyingauppgerð um Jónas G. Djurhuus verður við á liðnum hjá HØJ.
STØÐAN: | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | 13 | 10 | 2 | 1 | 380:337 | 22 | ||
2. | 13 | 9 | 2 | 2 | 347:326 | 20 | ||
3. | 13 | 9 | 1 | 3 | 340:295 | 19 | ||
4. | 13 | 7 | 3 | 3 | 369:349 | 17 | ||
5. | 13 | 7 | 1 | 5 | 345:329 | 15 | ||
6. | 13 | 7 | 0 | 6 | 365:351 | 14 | ||
7. | Skæring | 13 | 7 | 0 | 6 | 347:345 | 14 | |
8. | 13 | 5 | 4 | 4 | 295:300 | 14 | ||
9. | 13 | 6 | 1 | 6 | 353:334 | 13 | ||
10. | 13 | 4 | 1 | 8 | 335:352 | 9 | ||
11. | 13 | 4 | 0 | 9 | 329:345 | 8 | ||
12. | 13 | 4 | 0 | 9 | 335:363 | 8 | ||
13. | 13 | 3 | 0 | 10 | 311:357 | 6 | ||
14. | 13 | 1 | 1 | 11 | 304:372 | 3 |