Helgu Øregård til áminningar

Stovan í Gamla skúla

kennist ikki so rúmlig nú

men tá var hon øll verðin,

og sólin, ja tað var tú.

 

Soleiðis tekur Niklas Mikkelsen til orðanna í vakrari takkarkvøðu til lærarinnu sína frú Helgu Øregård, tá ið hon eftir fýratitrý ára trúgva tænastu í Gøtu skúla fór um aldursmarkið og legði frá sær við eftirløn.

 

Stovan í Gamla skúla

kennist ikki so rúmlig nú

men tá var hon øll verðin,

og sólin, ja tað var tú.


Soleiðis tekur Niklas Mikkelsen til orðanna í vakrari takkarkvøðu til lærarinnu sína frú Helgu Øregård, tá ið hon eftir fýratitrý ára trúgva tænastu í Gøtu skúla fór um aldursmarkið og legði frá sær við eftirløn.

Helga var borin í heim í Kvívík tann 6. desember 1908. Foreldur hennara vóru Christian Christiansen og Julia fødd Joensen. Ár 1929 tók Helga læraraprógv frá Føroya Læraraskúla, og eftir at hon hevði roynt seg sum vikarur við ymsar skúlar í landinum, varð hon ár 1933 sett í nýtt embæti við Gøtu skúla. Í bygdini kom hon at ganga undir navninum »lærarinnan«.

Frá ungum av kendi lærarinnan seg drigna at missiónini, luttók í missiónsarbeiði, og hjá henni var einki hálvt og í pørtum, hon legði orku í og gekk fult og heilt inn fyri hesum, sum var hennara sannføring. Eitt áramál var hon sunnudagsskúlalærari og organistur í missiónshúsinum og stóran part av starvstíðini spældi hon til gudstænastu í kirkjuni.

Ár 1936 giftist lærarinnan við Jákup Fredrik Øregård, løgtingsmanni, sum var ættaður úr Leirvík, hon var manni sínum ein góður stuðul í strævna og mangan ótakksama yrki hansara.

Komst tú á gátt í hugnaliga heimi teirra, var gestablídni. Har andaði av friði og gleði og hugnaligt var at skifta orð við lærarinnuna, sinni hennara var so ríkt, har var høgt millum syllar og so vítt til veggja, men orðini ið fullu bóru altíð tað góða fram. Hennara stílur var hesin at taka alt væl upp og leggja tað besta í alt.

Minnini renna fram fyri meg, so mong og so góð. Kann ikki lata vera við at nevna, hvussu góð hon var í ráðum og hollur stuðul, tá ið stríðið stóð um at vinna teimum smáu frægari sømdir, og ongantíð gloymi eg glaða andlit hennara, tá nýggi skúlin varð vígdur í fagrasta summarveðri tann 20. juni 1974.

Seinasta kornið rann úr tímaglasinum. Ein lýsandi kerta er slóknað.

Unna, Rúni, Gunnvá og tit, sum stóðu henni næst, árini vóru komin og lívið er eitt lán. Tit sita við sakninum, men minnini eiga vit, og soleiðis, sum lýst verður í takkarkvøðuni livir mamma tykkara í sál og huga hjá okkum, sum lærdu hana at kenna.


Við brosandi ljósum sinni

tú røkti tað starv tú fekk;

eg goymi mong hugnalig

minni

um ta tíð eg í skúla gekk.


Stovan í gamla skúla

kenst ikki so rúmlig nú,

men tá var hon øll verðin

og sólin, ja tað var tú.


Tú lærdi oss stava og

skriva

og nýta tølini rætt,

tú greiddi við evnum tínum

at gera tað torføra lætt.


Men altíð lá tær á hjarta,

at lívið er meir enn tøl

meir enn glaðasti barna-

songur

og hugnalig skemti spøl.


Tú legði eitt lívsfræ í sinni,

sum vísti oss leiðina fram,

sum heldur tá annað

gleppur,

sum heldur tá lívsdagur

svann.


Við kærleika móti teim

spírum

tú fekst í tín akur her,

tú vart eitt boð frá honum,

sum segði, tað fullgjørt er.


So spírurnar kunnu liva

longur enn her og nú,

ja, liva saman um ævir

við honum í himnabúð.


Tøkk fyri verkið tú inti

at ala, tað góða fram,

so búnast kundu tey smáu

til dugna kvinnu og mann.


Takka vit vilja tær fyri

skúaldagin sum rann

og ynskja tær ljósar dagar

á lívsleiðini longur fram.


Vinur


Verkið er útint. Skúlaleiðin gingin at enda. Farin til hvíldar, men okkum, sum tað untist í barnaárum at sita við føtur hennara og enn meira at samstarva við innan skúlagátt, vit goyma minnini sum dýrastu gripir.

Við hesum orðum verður friður lýstur yvir minni um Helgu Øregård.