Helle Thorning- Schmidt hevur nú lagt frá sær sum formaður í danska Javnaðarflokkinum.
Tað kunngjørdi hon beint nú, og avgerðin er tikin eftir at hon tapti fólkatingsvalið í dag.
Helle Thorning-Schmidt forkvinna fyri Sosialdemokratunum í góð 10 ár og tað hava verið 10 góð ár
- Eg havi gjørt mítt besta fyri at liva upp til álitið og tað hava verið nógvir góður dagar, sigur hon.
Og hon sigur, at hon hevur lagt nógv fyri sum forkvinna, og at hon heldur hevur tikið eina kúlu ov nógv fyri flokkin, enn eina ov lítið.
Eg havi gjørt av taka meg aftur og tí skal flokkurin hava nýggjan formann, sigur Helle Thorning.
Væntandi verður tað Mette Frederiksen, næstforkvinna í Sosialdemokratunum, sum tekur við eftir Helle Thorning, sum varð fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í Danmark.