Fyri lítlari løtu síðani varð greitt, at Helle Thorning-Schmidt, forkvinna hjá donsku Sosialdemokratunum, hevur avlýst vitjanina til Føroyar. Ætlanin var, at Helle Thorning-Schmidt skuldi vera gestarøðari á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið.
- Nú fólkatingsvalið varð útskrivað í gjár, hava vit veruliga roynt at fáa Føroyavitjanina at hóska inn í skránna hjá Helle. Men samstundis kenna vit eisini veðurlíkindini í Føroyum, og kunnu snøgt sagt ikki vera í vanda fyri, at hon situr veðurføst har uppi, sigur pressutalsmaðurin hjá donsku Sosialdemokratunum, Morten Nielsen, við Portalin.
Helle Thorning Schmidt hevur sjálv ringt til Jóannes Eidesgaard, formann í Javnaðarflokkinum, og boðað frá um avlýsingina. Men hon vónar at vitja Føroyar innan alt ov leingi - kanska sum fyrsti kvinnuligi danski forsætisráðharrin.
----
Hvønn flokk fert tú at velja á fólkatingsvalinum 13. november?? KLIKK HER!!<a>