í morgin, mikudagin og hósdagin vitja danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt og harra Stephen Kinnock í Føroyum. Løgmaður hevur boðið forsætisráðharrahjúnunum til Føroya og er vertur fyri vitjanini.
Forsætisráðharrahjúnini koma til Føroyar seinnapartin í morgin. Síðani verður farið út í Koltur, har frágreiðing um Koltursverkætlanina og gongutúrur er á skránni. Kvøldið endar við rundsýning í Kirkjubø.
Mikudagin klokkan 10 hittir og skiftir forsætisráðharrin orð við ung og lesandi á Fróðskaparsetrinum. Mikudagin fyrrapartin verður eisini vitjað á Føroya Tele, har framløga verður um virksemið hjá felagnum.
Seinnapartin verður farið til Klaksvíkar, har borgarstjórin, Jógvan Skorheim tekur ímóti. Vitjað verður í Christianskirkjuni og hjá P/F Christian í Grótinum.
Um kvøldið er løgmaður vertur fyri døgurða á Hotel Føroyum fyri innbodnum.
Hósmorgunin hittir forsætisráðharrin Løgtingið. Aftaná verður fundur við landsstýrið og síðani løgmann úti í Tinganesi.
Forsætisráðharrahjúnini fara av landinum aftur seinnapartin 20. juni.