Løgreglan fekk eina heldur øðrvísi uppgávu í Vágum í nátt.
- Vit fingu eina fráboðan um, at ein bilur var farin út av millum Bø og Gásadal. Fýra mans vóru í bilinum - allir útlendingar, sum arbeiða í Føroyum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um eitt heldur ógvusligt óhapp, har neyðugt bæði var við bjargingarfólki og sjúkrabili.
- Neyðugt varð at klippa bilin fyri at fáa øll úr bilinum, og tey vórðu øll flutt á Landssjúkrahúsið við ymiskum skeinum.
Løgreglan sigur, at eingin var í lívsvanda, men tey vóru rættiliga skelkað.
Tað heldur løgna var, at meðan roynt verður at hjálpa teimum fýra í bilinum, sum er farin út av, frættist, at ein annar bilur eisini var farin út av - hesaferð í Gásadali.
- Men, í bilinum í Gásadali var einki fólk. Tey, sum høvdu verið í bilinum, vóru farin av staðnum.
Vaktleiðarin visti ikki at siga í morgun, hvør neyvi samanhangurin er millum hesi bæði ferðsluóhappini.
- Hugsandi er, at ein bilur fyrst er farin út av í Gásadali, og síðan hevur verið ringt eftir øðrum bili, sum eisini er farin út av á veg heim aftur úr Gásadali.
Løgreglan sigur, at illgruni er um, at rúsdrekka er uppi í báðum ferðsluóhappunum, og blóðroynd er tikin av øllum fýra monnunum.
- Menninir eru skelkaðir eftir óhappini, og tískil hava vit ikki fingið avhoyrt teir enn, men tað verður gjørt, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.