John Johannessen
Eyðun Klakstein
Fullveldis Føroyar uppfylla politisku karmarmarnar, ið krevjast fyri at gerast limur í verjusamgonguni í NATO, Partnership for Peace.
Hetta staðfestir eitt skjal, sum ein kelda, ið stendur NATO nær, hevur skrivað og sum Sosialurin hevur fingið innlit í.
Keldan staðfestir, at Partnership for Peace ætlanin er væl egnað til lond í slíkari støðu, sum Føroyar, og gevur møguleikar fyri hernaðarligum og politiskum samstarvi innan eina flexibla rammu.
? Føroyar sum fullveldi høvdu uttan iva uppfylt politisku krøvini fyri limaskap, og limaskapurin kundi verið aktuellur innan nakrar fáar mánaðir, staðfestir skjalið.
Víst verður á, at Føroyar kundu verið aktivir limir í felagsskapinum innan tvey ár.
Limaskapurin hevði síðani merkt, at Føroyar gjørdust limir í the Euro-Atlantic Partnership, ið fevnir um samstarv innan tilbúgving og politiska ráðgeving innan øll øki í NATO samanhangi.
Men fyri at fáa hesi rættindi er ikki neyðugt at hava her. Harafturímóti skulu Føroyar seta landaøki og møguleikar av til NATO. Víst verður á Ísland sum dømi. Har eru fleiri enn 3.000 NATO starvsfólk, men eingin veruligur íslendskur herur.
Í brævinum, har danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Pedersen, sýtir løgmanni at koma á tal við NATO aðalskrivaran um limaskap, vísir hann á, at Føroyar mugu hava her fyri at sleppa upp í Partnership for Peace. Somuleiðis vísir danski uttanríkisráðharrin á, at talan er um eina avtalu um veruligt hernaðarligt samstarv.