Helvtin av sethúsum skulu hava grøna orku um 10 ár

Á 100by2030 ráðstevnuni hjá SEV, ið er í Norðurlandahúsinum, legði Kári Mortensen fram, hvussu orka verður raðfest politiskt og hvørju mann arbeiði við í løtuni.

 

Hann vísti á, at mann átti at skunda undir grønu framleiðsluna tí tað liggja so nógvir møguleikar í Føroyum. Hann vísti á, at tað eru nógv náttúrukeldur, ið ikki eru troyttar enn innan orkuframleiðslu, men at kanningar og granskingar allatíðina verða gjørdar.

 

Sum mál hevur almenna Føroyar sett sær, at um 10 ár, skulu helvtin av øllum húsum í Føroyum fáa orkuveiting frá grønari orku og øll skulu verða komin á grønar skipanir um 14 ár, also í 2030.

 

Kári Mortensen førdi fram, at enn er eitt sindur á mál, men at skjót mál kunnu røkkast um mann raðfestir sethús, bilar og el-framleiðslu høgt, tí har vórðu stórir møguleikar longu nú. Tann maritima vinnan er enn tað stóra takið, segði Kári Mortensen, men tey hava tann eginleikan, at tey tilpassa seg so hvørt tøknin mennist, so hann væntaði, at tann parturin fór eisini at betrast skjótt.

 

Tað vórðu nakrar politiskar avbjóðingar, ið eisini skuldu avgreiðast. Millum annað nevndi hann ætlanina hjá samgonguni at hava ymiska el-prísir, so tað gerst spennandi hjá familjum, at velja grønar orkuskipanir. Eisini kom hann inn á, at tað skuldi verið lættari at koma inn á netið hjá SEV, so at fleiri kunnu bjóða seg fram við ymsum loysnum.

 

Tað er ein spennandi verkætlan í gongd í Leirvík í løtuni. Sambært Kára Mortensen, so arbeiða myndugleikar í Føroyum saman við danskari fyritøku, COWI, at kann møguleikarnar fyri, at bygdin Leirvík kann gerast eitt pilotprojekt innan grøna orkuveiting. Teir arbeiða ítøkiliga við m.a. sjóhita og hvussu mann kann gangnnýta tað til eina heila bygd.
Tann ætlanin verður í næstum løgd fram fyri borgarum í Eysturkommunu.