Helvtin er á bygd

Leygardagin var annar FM kappróðurin í summar á skránni. Róð varð á Sundalagsstevnuni í Hósvík, har líkindini vóru hampulig, um enn tey ikki vóru so góð, sum tey kundu havt verið, tá ið sunnudagurin og so mangir aðrir dagar í juni verða havdir í huga.

10-mannaførini fóru um málið nakrar fáar minuttir áðrenn dómarin bríkslaði fyri fyrstu ferð í finaluni um Løgmanssteypið. EB/Streymur var annar parturin í finaluni í Gundadali. Tí sigur tað seg sjálvt, at nógva av stevnufólkinum var í Gundadali ta løtuna.

Bygdirnar eru als ikki við í 10-mannafara kappingini í ár. Tað er sera spell. Tað eru bara Havnar Róðrarfelag og Róðararfelagið Knørrur, sum kappast. Men hóast tað bara eru tvey 10-mannafør, sum kappast, so er tað so tætt, sum tað sjáldan hevur verið hesi árini.

Hesa ferð vann Havnarbáturin. Einasta íslettið av bygd í tí kappingini var báturin hjá havnarmonnum, sum høvdu skift Havnarbátin út við Klaksvíking.

Umframt sjálvsagda sigurin í kappingini millum 10-mannafør vunnu bátar úr høvuðsstaðnum tríggjar aðrar sigrar: Sílið við kvinnum, Gongurólvur við kvinnum og Sílið við dreingjum. Tað vil siga, at tað hilnast ógvuliga væl hjá Havnar Róðrarfelag, meðan tað hesa ferð ikki hilnaðist so væl hjá Róðrarfelagnum Knørri.

Feløg uttanfyri høvuðsstaðin vunnu tríggjar róðrar: Heiðabáturin vardi aftur hesa ferð stoltu traditiónirnar hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, Sundabáturin uppførdi seg, sum hann plagar, og genturnar á Hvassa hjá Sunda Róðrarfelag, sum í fjør vóru meistarar, vunnu í heimasjógvi.

Kappróður verður aftur leygardagin, tá ið tað verður róð á Jóansøku, sum hesa ferð verður í Vági.