Henda støðan er púra ókend

Tað er ongantíð áður komið fyri, at tvey lið hava fulla úrtøku eftir fýra umfør, og nú hittast hesi bæði

Stóri dysturin í fótbóltinum 2. hvítusunnudag verður í Gundadali. Bæði B36 og HB venja á Ovara vølli, har árstalsfelagið mánadagin verður vertur, og HB verður gestur. Stigatalvan sigur, at í løtuni bendir heilt nógv á, at gullið í FM kappingini 2020 endar í Gundadali.

Síðani VB vann FM í 2000 hava stórfeløgini í Gundadali vunnið FM nógv flestar ferðir. Í teimum 20 kappingunum síðani hava feløg av bygd vunnið seks ferðir, og høvuðsstaðarfeløgini 14 ferðir.

Støðutalvan sigur, at B36 og HB eru ovast, og at bæði feløgini í Gundadali úr fýra teimum fyrstu umførunum hava vunnið fulla úrtøku – 12 stig. Málmunurin er +11 hjá báðum, men B36 er topplið, tí B36 hevur skorað 14 mál, og HB hevur skorað 12 mál.

Innanhýsis uppgerðirnar í Gundadali fara at hava heilt stóran týdning í FM stríðnum. Higartil hava bæði feløgini vunnið allar tríggjar ferðirnar, tá ið tey hava verið stórfavorittar. Og tey hava vunnið einaferð í part ímóti feløgum, sum verða roknað at vera avbjóðarar í FM kappingini – B36 á útivølli ímóti KÍ og HB hóskvøldið á heimavølli ímóti Víkingi.

 

At tvey feløg hava fulla úrtøku eftir fýra umfør er heilt merkisvert, tí tað er ongantíð áður komið fyri.

Tað hevur verið kappast um FM øll árini síðani 1942 burtursæð frá 1944, tá kríggið var orsøk til, at tað ikki bar til at kappast.

Fram til og við 1970 vóru ongantíð fleiri enn fimm lið í bestu deildini. Tí høvdu øll spælt ímóti hvørjum øðrum, tá ið kappingin var fýra umfør gomul. Í 1971, tá ið ÍF bjóðaði seg fram á fyrsta sinni, fevndi kappingin um 10 umfør, í 1976 varð kappingin víðkað til 12 umfør, í 1979 varð kappingin víðkað til 14 umfør, og í 1988 fevndi kappingin um 18 umfør.

Síðani 1988 hava tað verið 10 lið í bestu deildini. Síðani 2005 hevur kappingin fevnt um 27 umfør.

Fyri fyrstu ferð øll hesi árini hava tvey feløg fulla úrtøku eftir fýra tey fyrstu umførini. 2. hvítusunnudag fæst at vita, um tað verður eitt ella einki felag, sum fer at hava fulla úrtøku eftir fimm umfør. Í fjør endaðu tveir grannadystir í Gundadali við javnleiki – 0-0 og 2-2. B36 vann fyrsta dystin 2-1.

 

5. umfar

Mánadagin 1. juni

2. hvítusunnudag

Víkingur – TB: Rúni Gaardbo kl. 15.00

Skála – NSÍ: Alex Troleis kl. 17.00

B36 – HB: Petur Reinert kl. 15.00

AB – KÍ: Dagfinn Forná kl. 19.00

Týsdagin 2. juni

ÍF – EB/Streymur: Rúni Olsen kl. 19.00

 

B36

4

4

0

0

14

3

12

HB

4

4

0

0

12

1

12

NSÍ

4

3

0

1

11

2

9

4

3

0

1

9

4

9

Víkingur

4

2

1

1

6

5

7

EB/Streymur

4

1

0

3

2

7

3

ÍF

4

1

0

3

4

13

3

AB

4

0

2

2

1

9

2

Skála

4

0

1

3

6

14

1

TB

4

0

0

4

3

10

0

Máltindurin

Adrian Justinussen

HB

6

Jóannes Bjartalíð

5

Uros Stojanov

ÍF

4

Meinhard E. Olsen

B36

4

Klæmint A. Olsen

NSÍ

4

 

4. umfar

KÍ - EB/Streymur 3-0 (2-0)

1-0: Ole Erik Midtskogen 17.

2-0: Jóannes Bjartalíð br 33.

3-0: Jonn Johannesen 84.

Dómari: Bjarki Danielsen

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni (Boris Dosljak, 61.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Ole Erik Midtskogen (Jesper Brinck, 46.), Páll A. Klettskarð (Jonn Johannesen, 77.)

Gult kort: Eingin

Venjari: Mikkjal Thomassen

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Petur Zachariasen, Andras Ó. Olsen (Mikkjal Hellisá, 68.), Árni G. Olsen, Ragnar B. Danielsen – Gutti Dahl-Olsen (Niklas Kruse, 55.), Símun Sólheim (Rói H. Olsen, 77.), Magnus Jarnskor, Fannhard Olsen, Teitur D. Olsen – Magnus Heinason

Gult kort: Ragnar B. Danielsen, Teitur D. Olsen, Fannhard Skoradal

Venjari: Jákup Martin Joensen

 

NSÍ – ÍF 5-0 (1-0)

1-0: Klæmint A. Olsen 8.

2-0: Klæmint A. Olsen 50.

3-0: Mórits Heini Mortensen 57.

4-0: Klæmint A. Olsen 59.

5-0: Betuel Hansen 76.

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen (Pætur Hentze, 62.), Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen, Mórits Heini Mortensen (Búi Egilsson, 70.), Betuel Hansen, Salmundur Bech (Pætur T. Skipanes, 70.), Jann J. Benjaminsen – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

Gult kort: Salmundur Bech

Venjari: Glenn Ståhl

ÍF: Milos Budakovic – Sjúrður Pauli Nielsen, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ó. Ellingsgaard (Sámal Joensen, 27.), Andy Ó. Olsen – Dánjal á Lakjuni (Gundur E. Petersen, 25.), Bogi Løkin (Jóhan Petersen, 59.), Hákun Edmundsson, Ari Ó. Ellingsgaard – Filip Djordjevic, Uros Stojanov

Gult kort: Sjúrður Pauli Nielsen, Sámal Joensen, Filip Djordjevic

Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen

 

Skála – AB 1-1 (0-1)

0-1: Bjarki C. Nielsen 34.

1-1: Jan I. Hansen 80.

Dómari: Aron Sofus Vest

Skála: Bárður á Reynatrøð – Teitur Poulsen (Kristian Martin Jakobsen, 49.), Teitur R. Joensen, Hjati Strømsten, Djóni J. Petersen – Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen – Heðin Klakstein, Dávid Johansen (Poul Kallsberg, 60.), Ronni Møller-Iversen (Aksel B. Danielsen, 89.) – Jan I. Hansen 

Gult kort: Niels Pauli Danielsen

Venjari: Bill Jacobsen

AB: Silas Eyðsteinsson – Tróndur J. á Høvdanum (Janus Svabo Samuelsen, 62.), Sørin Samuelsen, Bjarni Skála, Asbjørn Heðinsson – Tóki á Lofti (Bartal S. Petersen, 79.), Jákup Pauli Breckmann, Jesper Van Der Heyden, Janus Svabo Samuelsen (Jón Krosslá Poulsen, 90.), Bjarki C. Nielsen – Adeshina Lawal

Gult kort: Asbjørn Heðinsson, Jesper Van Der Heyden, Janus Svabo Samuelsen 

Venjarar: Símun Samuelsen og Tonny Brimsvík

 

HB – Víkingur 3-0 (2-0)

1-0: René S. Joensen 5.

2-0: Mathias Nygaard 37.

3-0: Mathias Nygaard 61.

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen – Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Dan í Soylu, Adrian Justinussen (Øssur M. Dalbúð, 17./Ási Dam, 81.) – René S. Joensen (Samuel Chukwudi, 77.), Pætur J. Petersen

Gult kort: Dan í Soylu, Mikkel Frankoch, Delphin Tshiembe

Venjari: Jens Berthel Askou

Víkingur: Elias Rasmussen – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Elias Lervig – Gunnar Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen (Noah Mneney, 70.) – Lukasz Cieslewicz (Arnbjørn Svensson, 73.), Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen (Andreas Lava Olsen, 46. – Finnur Justinussen

Gult kort: Atli Gregersen, Ari Olsen, Bogi Reinert Petersen, Gunnar Vatnhamar

Venjari: Eyðun Klakstein

 

TB - B36 1-3 (1-2)

0-1: Michal Przybylski 7.

1-1: Poul Ingason 21.

1-2: Sonni Ragnar Nattestad 28.

1-3: Meinhard E. Olsen 49.

Dómari: Alex Troleis

TB: Meinhardt P. Joensen – Jens Erik Bruhn, Rasmur Møller, Ndende Adama Guéye, Sebastian Kroner – John Villi Wøldike Leo, Dánjal Godtfred – Eirikur M. Ellendersen (Musah Armah, 46.), Rógvi Joensen, Einar Thorsteinsson (Mads Raben, 55.) – Poul Ingason­­­ (Samudeen Musah, 79.)  

Gult kort: Eirikur M. Ellendersen, Samudeen Musah 

Venjari: Michael Winter

B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen (Magnus Holm Jacobsen, 76.), Erlendur Magnusson, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Michal Przybylski, Stefan Radosavljevic (Ragnar Samuelsen, 65.) – Árni Frederiksberg, Sebastian Pingel (Brian Jakobsen, 71.), Meinhard E. Olsen

Gult kort: Stefan Radosavljevic

Venjari: Jákup á Borg