Hendrik Egholm nýggjur stjóri í sølufelag hjá Varðanum

Tað verður fyrrverandi stjórin á Magn, sum skal stórna nýggja sølufelagnum hjá Varðanum Pelagic

Hendrik Egholm, nýggjur stjóri í sølufelagnum, og Bogi Jacobsen, forstjóri í Varðanum

Tað skrivar Varðin í fráboðan, har felagið skrivar, at Hendrik Egholk, sum er útbúgvin cand. merc. í marknaðarføring og leiðslu, kemur við drúgvum royndum innan sølu og leiðslu. Hann hevur í eitt longri tíðarskeið verið stjóri í Magn og Skeljungi í Íslandi, og hevur harumframt verið sølu- og marknaðarstjóri í Smyril Line

 

– Hendrik hevur sýnt serlig evni til at menna fyritøkur, skapa vøkstur og byggja sterk vinnulig samstørv.

 

– Við sínum royndum og førleikum fer hann at verða ein týðandi partur av at menna samtakið, sigur Bogi Jacobsen, forstjóri hjá Varðanum.

 

Hendrik Egholm byrjar í starvinum 1. februar 2025.

 

Hendrik Egholm, nýggjur stjóri í sølufelagnum, og Bogi Jacobsen, forstjóri í Varðanum