Hendrik Rubeksen í heita stólinum

Teir 10 pínligu spurningarnir verða hesaferð settir til fótbóltsspælaran hjá 07Vestur Hendrik Rubeksen. 1.Kennir tú teg ofta einsamallan?

Tað er ógvuliga sjáldan, men summi leygarkvøld kunnu verða eitt sindur einslig, tá ið øll eru í býnum, og eg skal spæla dyst sunnudagin.

 

2.Hevur tú nakrantíð angrað at tú valdi at gerast fótbóltsspælari?

Onkuntíð um summarið, tá ið øll hini fara at ferðast, og eg ikki kann vegna fótbóltin.

 

3.Hvat minnist tú sum tað ringastu løtuna í tínari karrieru?

Tað var einaferð vit spældu ímóti ÍF, og eg brendi tvey mál, hóast eingin var at verja uttan málmaðurin. Men stutt aftaná skoraði eg, so tað gekk hóast alt.

 

4.Hevur tú nakrantíð brotið lógina?

Ja, ofta. Eg havi einaferð koyrt rúsaður, og nakrar ferðir ov skjótt. Og einaferð, tá ið eg var heilt ungur, breyt eg inn í eini hús, har eg stjól tríggjar riflur.

 

5.Hevur tú nakrantíð tikið rúsevni?

Eg havi einaferð roykt hassj, men ikki soleiðis, at eg gjørdist skeivur. Men eg havi einki annað roynt.

 

6.Hvussu ofta hyggur tú eftir porno?

Umleið tríggjar ferðir um mánaðin :)

 

7.Hvørjum politikara hevur tú mest virðing fyri?

Torbjørn Jacobsen. Eg haldi, at hann dugir væl at føra seg fram, og er ógvuliga undirhaldandi at lurta eftir.

 

8.Hvørjum politikara hevur tú minst virðing fyri?

Høgna Hoydal..

 

9.Hevur tú nakrantíð verið saman við einum av sama kyni?

Nei, tað kundi eg heldur ikki funnið uppá. Eg eri altso til kvinnur.

 

10.Nær vart tú seinast avdottin?

Eg minnist ikki rættiliga, men eg haldi, at tað var fyri sjey árum síðani, tá ið eg var 18 ár.