Henning Bøgesvang fyllir sjeyti

“Å,å, å, å så kunne Anders And ikke rigtig finde ud af livet og det er der så mange, som ikke kan, fordi han havde ikke Georg Gearløs opfindsomhed, fætter Højbens held eller Joakims pengeforstand.”
Hesi orðini komu fram fyri meg einaferð stutt eftir at Henning Bøgesvang var komin til Føroya at vera prestur. Tey komu úr útvarpinum og vóru send frá eini gudstænastu í Klaksvík og røddin var nýggj. Nýggir tónar vóru at hoyra av prædikustólinum, heilt aðrir tónar enn teir eg var vanur við, har prestur vanliga gekk frá Kefasi til Pilatus og villtist í torskildum skriftstøðum frá Paulusi.
Tað varð snakkað um hann, hendan nýggja prestin í Klaksvík í míni heimbygd Oyndarfirði og kanska varð tað snerkt eitt sindur. Kirkjan var alvorlig í mínum uppvøkstri og stuttleiki hoyrdi ikki kirkjuni til. Vit høvdu sitið grav alvorlig í kirkjuni í Oyndarfirði og tey einastu sum høvdu hug at smílast vóru sakleys børn, og gjørdi tey tað ov hart, so varð havt at teimum. Kirkjan var totalt óegnað í tí skapi hon hevði í sekstiárunum fyri eitt DAMP barn sum meg og eg hevði mangan verið orsøk til, at Jesupápi græt sáran og tað var eg keddur um.
Og nú var nýggjur prestur komin til Klaksvíkar við nýggjum vindum og sambært honum var Gud slett ikki so gravalvorligur longur. Gud var gleði og gleði eru eisini stuttligar søgur og enntá onkur vittigheit. Og knappliga var tað loyvt at smílast og enntá grína eitt sindur í kirkjuni. Eg var stutt sagt skakaður og glaður. Eg hevði vitað hetta djúpt inni í hjartanum, men hevði ikki lov at úttrykkja tað í orðum.
Nýggi presturin gjørdi nakað við meg og pápa dámdi væl at hoyra nýggja lagið úr kirkjuni, sum lá nógv tættari tí, hann kendi innan í sær sjálvum, hetta at umstøðurnar í lívinum kundu vera ymiskar, men sjálvur grundtónin í gleðiboðskapinum var glaður og lívsjáttandi kærleiki.
Tað váraði á prædikustólinum í Christiankirkjuni og aðrastaðir við í Norðoyggjum.
Og Henning blásti nýtt lív í Jesus úr Nazareth, ið eg sambært mínum barnalærdómi, kendi meg samsekan í, at hava neglt á eitt træ, krossfest og dripið 2000 ár áðrenn nakar byrjaði at tosa um Jústinus, í tí versiónini, ið akkurát nú í skrivaðum orðum sendir Henning Bøgesvang ein heitan tanka, nú hann endiliga er vorðin vaksin.
Og Henning blásti nýtt lív í bíbliusøguna. Eg hevði tikið so hjartaliga synd í manninum, sum lá á børu við Betesda brunnin og ikki slapp niður í brunnin, tá ið Guds andi í einglalíki lotaði og rørdi lekjandi vatnið. Tann lamni slapp ikki fram at, tí tey sum høvdu betri førleika sluppu undan honum.
Bøgesvang vendi hesum á høvdið og tók Jesu orð bókstaviliga og ivaðist í um maðurin vildi vera frískur. Kanska var tað behagiligari at liggja við grunnin og fáa olmussu. Tað eru so nógv, sum hava sín samleika, sín identitet í sjúku, og verða tey grødd, tá er einki eftir í lívinum.
Í fyrstuni hoyrdi eg hann í útvarpinum, síðan tosaðu vit í telefon, tað gjørdist til onkra blaðgrein og vit hittust. Hesin maður kom at broyta mítt lív. Í 1996 sendi hann konuna og meg út í stóra heim. Hann hevði sjálvur verið prestur í Sjómanskirkjuni og hann helt okkum verða vælegnaði sum hjálparfólk. Vit endaðu í Singapore og hann kom aftan á. Og undir heitu tropusólini var vinarlagið kvitterað við sjeytummaseymi. Tað gjørdist tætt og er óskalað enn.
Henning er ein trúgvandi prestur, tað er ikki nøkur sjálvfylgja og trúgvin gjøgnumseyrar hansara lív. Hann er við tí góða orðinum og hann er ikki nakar breyðprestur, hann livir við lív og sál í kallinum. Og tú hoyrir hann ikki endursenda prædikur. Hann skrivar fyrst í vikuni og sum dagarnir ganga verður prædikan snikkað til og tá ið sunnumorgunin er komin, er hann til dystin fús, og stendur á prædikustólinum fullur av orku og væl fyrireikaður. Tað er ikki longur síðan enn í seinastu viku, at hann bergtók fullsettu kirkjuna í Oyndarfirði við eina jarðarferð. Tann dagin var skyldmaðurin Pauli í Skúlanum borin út og eg kundi ikki lata vera við at hugsa: “Hvar fær hann hesa orkuna frá, sum er heilt óviknað, síðan eg fyrstu ferð hoyrdi hann røða um Anders And frá Walt Disney í útvarpinum á sinni.
Henning er ein góður vinur og hann er eitt heilt menniskja, og tað merkir at pláss er eisini fyri lýtum. Tað er fjálgt at vita sær, at hann nú býr í Søldarfirði. Eg støkki inn á gólvið av og á og tað er deiligt at vitja tey bæði, Solveig og hann.
Nú er longu tíð at gevast og hví blívi eg við?
Jú, hetta má aftur at. Tað var ein fongur fyri føroysku fólkakirkjuna, at Henning fekk hugskotið at søkja prestastarv í Føroyum sum ungur og tað var ein Guds lukka, at hann fall til og bleiv verandi. Og lívsverk hansara er í mínum eygum heilt klárt, at hann hevur megnað at kasta ljós á, at Jesus ikki bara er eitt sorgarnavn. Tað er eisin pláss fyri gleði í kirkjuni og ein, sum er í Gudi, hann behøvist ikki at vera tristur og stúrin alla tíðina. “Sorrig og glæde, de vandrer til hobe, medgang og modgang de følges på rad,” yrkir Kingo og tí snýr tað seg um at fáa tað besta burtur úr og gleðast hvørja ferð høvið býðst.
Henning hevur tikið keðiliga hamin av Gudi, og tað eri eg honum takksamur fyri.
Hjartaliga tillukku við degnum og vit síggjast ?
Heilsan
-------
Jústinus Leivsson Eidesgaard