Hóast fótbóltsárið heima á landi er liðugt, so stríðist ein av spælarunum, sum hevur spælt í landskappingini og steypakappingini heima á landi, fyri at fáa pláss í donskum fótbólti.
Talan er um Henning Jarnskor úr GÍ. Henning var longu undan kappingarenda í Føroyum í Danmark. Tað lá í luftini, at hann fór at royna seg í 1. deildarfelagnum B 1913, og tað er framvegis ikki óvist, at tað verður í tí felagnum, at Henning fer at spæla fótbólt.
Men Henning vil fegin royna, hvussu langt fótbóltsevnini hjá honum røkka. Tí hevur hann biðið um loyvi at venja við superliguliðnum hjá OB, og tað hevur hann fingið loyvi til í hesi vikuni.
Mánakvøldið var Henning á talentliðnum hjá OB, sum spældi á útivølli í Keypmannahavn ímóti B93. Tað oysregnaði, og tískil vóru umstøðurnar ikki tær bestu. Henning Jarnskor var vinstri bakkur í 4?4?2 spæliskipan, og B93 vann 2?1.
Týsdag og hósdag venja teir bestu í OB tvær ferðir, og hinar dagarnar venja teir eina ferð.
? Tá Henning hevur vant við okkum alla vikuna, fara vit at hva høvi til at staðfesta, hvørjum støði hann er á, og hvørjum liði vit kunnu brúka hann á, sigur OB venjarin Troels Bech.
? Venjingin hevur kanska verið eitt sindur strevnari, enn hon plagar at vera í Føroyum. Vit hava havt sera nógvar tekniskar venjingar, sigur Henning Jarnskor, sum eftir vikuskiftið roknar við at frætta um sínar framtíðar møguleikar í OB.
Í hesi vikuni hava teir verið gott og væl tjúgu til venjing í OB. Fleiri av ungu spælarunum hava verið á danska U?21 landsliðnum, sum týskvøldið spældi 2?2 á heimavøllinum í Odense ímóti Bulgaria. Málverjin, Jesper Christiansen, luttók heldur ikki í venjingini fyrrapartin av vikuni. Hann hevur verið í Manchester United og royndarvant.
Nýggi landsliðsmaðurin
Henning Jarnskor hevur í Odense vant saman við einum liðfelaga. Talan er um Johan B. Hansen, sum er eitt av feskastu nøvnunum í OB. Hóast hann er nýggjur í felagnum, so hevur tað eftir summarfrítíðina eydnast Johan B. Hansen at stríða seg til fast pláss á besta liðnum.
Johan var leygardagin fyri fyrstu ferð á føroyska landsliðnum. Fleiri av teimum, sum sóu dystin, hava sagt, at Johan B. Hansen var mest eyðsýndi útispælarin á føroyska liðnum ímóti Sveis.
Umframt Johan B. Hansen hevur bara ein annar føroyskur spælari í ár roynt seg í landsdysti fyri fyrstu ferð. Tað er Sunnvard Joensen, sum nú býr í Danmark. Hann spældi 2. hálvleik ímóti Finnlandi niðri í Spania. Sunnvard var tann 69. landsliðsmaðurin, og leygardagin var Johan B. Hansen tann 70. føroyski landsliðsspælarin. Landsliðið hevur higartil spælt 69 altjóða skrásettar landsdystir