Henrietta er í finaluni í einmansleiki

OYGGJALEIKIR: Henrietta Nielsen vann sannførandi 4-1 í sínari hálvfinalu

 

Hetta verður ein góður dagur hjá føroyskari borðtennis. Fyrr í morgun var staðfest, at Henrietta Nielsen og Durita Jensen høvdu vunnið seg í finaluna í tvímansleiki.

 

Fyri løtu síðani vann Henrietta Nielsen hálvfinaluna í einmansleiki ímóti Evelina Carlson úr Gotlandi við greiða settmuninum 4-1. Settmunurin var 11-5, 4-11, 11-7, 11-4, 11-9.

 

Í finaluni bíðar Marina Donner av Álandi, sum vann 4-0 í sínari hálvfinalu. Finalan byrjar klokkan 13 føroyska tíð.